Óli til kapping í Barcelona

Ársins svimjari skal í morgin og ovurmorgin royna seg altjóða kapping

Óli Mortensen, sum júst er kosin til ársins svimjara í Føroyum, skal í morgin og ovurmorgin luttaka í altjóða kappingini Mare Nostrum 2018, sum er í katalanska býnum, Barcelona, skrivar svimjing.com.

 

Óli Mortensen, sum var við til at seta fleiri met á FM í langgeil í Páls Høll um vikuskiftið, skal luttaka í 400m og 800m frí. Hann hevur luttikið í kappingini fleiri ferðir fyrr, millum annað var hann eisini við í fjør, har hann luttók saman við Alva Hjelm.

 

Havnarmaðurin hevur sett sær stór mál. Størsta málið er at røkka OL luttøku í 2020. Hann venur til dagligt í Danmark, har hann eisini hevur gjørt um seg á longri teinunum. 

 

Til ber at fylgja við úrslitunum við at trýsta HER