Fleiri línuskip landa í næstu viku

Fleiri línuskip koma inn at landa í næstu viku, og sum skilst á Fiskamarknaði Føroya, koma flestu skipini helst í endanum av vikuni.

- Línuskipini royna víða, bæði norðanfyri, vestanfyri og sunnanfyri. Norðanfyri og vestanfyri fáa tey mest tosk og so nakað av hýsu.

Lagt verður aftrat, at eitt línuskip roynir á djúpum vatni norðanfyri og fær mest av svartkalva. Skipini, sum royna sunnanfyri, fiska mest brosmu og longu.

- Haraftrat eru tvey línuskip suðuri við Rock All, og her er veiðan serliga longa og brosma.

Um útróður verður sagt, at streymurin er hampiligur. Um veðrið verður til vildar, verður roknað við nógvum útróðri.

- Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan restin fiskar upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn í vikuni sum kemur. Tann, sum fiskar svartkalva, kemur helst inn seinast í vikuni.

Allir partrolararnir eru eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er heldur lakari nú, og skipini koma inn, sum dagarnir ganga.

- Bara ein trolbátur er til fiskiskap í løtuni men væntandi fara hinir út, nú veðrið sær út til at gerast hampiligt. Veiðan verður helst ein blandingur av havtasku og toski og hýsu.

Framvegis eru tvey garnaskip, sum landa í Føroyum, til fiskiskap.

Fiskamarknaður Føroya sigur, at ein fiskar havtasku og landar miðskeiðis í vikuni, sum kemur - og ein fiskar svartkalva og kemur helst inn at landa seint í næstu viku.