Ítróttarleiðarar hittast í Føroyum

Um vikuskiftið hittast norðurlendskir ítróttarleiðarar í Føroyum til ráðstevnuna Nordic Meeting 2017

Í morgin, fríggjadagin tann 8. september, verður Ítróttarsamband Føroya vertur fyri ráðstevnuni Nordic Meeting 2017, sum verður í døgunum frá 8. til 10. september á Hotel Føroyum.

 

Á ráðstevnuni hava londini framløgur um viðurskifti, sum hvørt ítróttasamband arbeiðir við, eitt nú gransking og átøk. Endamálið er at fáa kunning og at luta vitan um ítróttaliga arbeiðið, við serligum atliti til ítróttin í norðurlendsku tjóðunum. Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd, eru doping, javnstøða í ítrótti, matchfixing og nýggjar ítróttargreinar, sum tildømis eSport.

 

Luttakarar á ráðstevnuni eru forsetar, aðalskrivarar og onnur umboð fyri tey norðurlendsku ítróttasambondini. Luttakandi londini eru Noreg, Danmark, Svøríki, Áland, Finnland, Ísland, Grønland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin hvørt ár, og í ár eru tað altso Føroyar, sum hava heiðurin at vera vertstjóð.