KÍ undirmett í Europa League

Birkirkara er mett at vera favorittur at vinna fyrra dystin ímóti KÍ.

KÍ spælir um eina viku undanumfar í Europa League. Mótstøðuliðið er Birkirkara av Malta, og fyrri dysturin verður spældur á útivølli.


Sambært oddsum hjá veddingarfyritøkum, so er KÍ undirmett til tann fyrra dystin. Veddingarfyritøkurnar halda, at Birkirkara hevur 50% møguleika at vinna dystin. Sannlíkindini fyri javnleiki eru 27%, og sannlíkindini fyri KÍ-sigri eru 23%.


Les eisini: B36 er favorittur


Birkirkara, sum bleiv nummar fýra í heimligu kappingini síðsta kappingarár, var ikki við í evropeiskum fótbólti í fjør, men fyrraárið vunnu teir bæði á bosniska Siroki Brijeg og skotska Hearts áðrenn russiska Krasnodar varpaði teir úr triðja umfari.


Fyrri dysturin ímillum Birkirkara og KÍ verður spældur á Malta komandi hóskvøld, 28. juni. Eina viku seinni er returdystur í Føroyum.