Myndugleikarnir í Føroyum taka nú stig fyri at verja børnini betur. Tað boðar Uttanríkis og Vinnumálaráðið nú frá.
Í hesum sambandi er ískoytið til Barnarættindasáttmálan hjá ST, um at basa barnasølu, barnaskøkjulevnaði og barnapornografi, nú sett í gildi fyri Føroyar.
Løgtingið samtykti í 2013, at Føroyar skuldu vera fevndar av ískoytinum og tað er nú sett í gildi. Hetta sáttmálaískoytið áleggur føroyskum myndugleikum at samtykkja, styrkja, fremja og at gera lógir, fyrisitingarligar mannagongdir, sosialpolitikk og sosial tiltøk, ið hava til endamáls at basa barnasølu, barnaskøkjulevnaði og barnapornografi.
Tað er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at seta sáttmálin í gildi fyri Føroyar, men tað eru Almannamálaráðið, og onnur aðalráð, sum skulu tryggja at sáttmálin verður framdur í verki, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.