Rás2 sendir "Bátaradio" úr Hvalvík í morgin

Sendingin "Bátaradio" verður á Rás2 leygardagin millum klokkan 13.30 og 18. Reportari verður Vilmund Jacobsen

Á triðja sinni í ár verður sendingin "Bátaradio" á Rás2. Sum vanligt verður maðurin, sum kennir bátafólkið í Føroyum so væl, Vilmund Jacobsen reportari.

 

Í morgin sendir Rás2 Bátaradio í samband við, at tað er Bátahugni í Hvalvík.

 

Sendingin byrjar klokkan 13.30. Tá liggur bátafylgið uttanfyri Selatrað, og fer Vilmund Jacobsen at fylgja bátunum av Selatrað til Hvalvíkar. Á bryggjuni í Hvalvík fer Vilmund Jacobsen at práta við nógv ymisk fólk, sum eru til bátahugna í Hvalvík.

 

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Í Sundalagnum og Kollafirði hoyrist Rás2 á FM 95,9, og annars á FM 88,7 og á FM 98,7.

 

Størri parturin av ljóðsamrøðunum koma út á in.fo gjøgnum dagin.