Niðurlendski bólkurin Focus vitjaði í Føroyum fyri eini tveimum árum síðani, og gjørdust hugtikinir - serliga av hølunum í Reinsarínum í Havn, og vildu fegnir sleppa aftur hendavegin.
Og 28. oktober fer kendi bólkurin á pall á Reinsarínum.
Teir hava sent føroyingum eina videiheilsan, nú ferðin og framførslan nærkast.
Focus hevur sín uppruna fyrst í 70’unum, tá progressivi rokkurin fór sína sigursgongd runt knøttin.
Stór jodlaran, urguleikaran og floytuleikaran Thijs van Leer saman við frálíka gittarsnillinginum Jan Akkerman vóru ímyndin av bólkinum.
Plátur, so sum “Moving Waves”, “Focus 3” og “Hamburger Concerto” eru millum meistarverkini hjá Focus. Flest øll munnu eisini minnast hittini “Hokus Pokus”,”House of the King” og “Sylvia”, ið regluliga ljómaðu í kjallara- og loftskømurum hjá tannáringum hesa tíðina.









