Rækjutrolarin, Arctic Viking, er eysturi í Barentshavinum, og manningin fer at eta dunnu í kvøld klokkan 18.30.
- Tá leggja vit stilt, eta jóladøgurðan og deila út jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum. Aftan á fáa vit rísalamang.
Tað sigur skiparin á Arctic Viking, Bjarni Petersen. Hann leggur aftrat, at heima hevur konan syrgt fyri jólagávunum.
- Vit fóru úr Føroyum 14. desember og byrjaðu í russiskum sjógvi; her var steinoyði. Vit sluppu ikki, har rækjurnar eru fyri myndugleikunum.
Bjarni Petersen sigur, at teir tískil máttu sigla um hetta vælsignaða russiska tjekkpunktið tvær ferðir.
- So, í staðin fyri at sigla 40 sjómíl, noyddust vit at sigla fleiri ferðir tað - ja, trúgv tí, hvør ið vil. Slíkt er reint idioti, sum skiparin á Arctic Viking tekur til.










