samfelagsgongdini. - Jú, okkurt fekk hann at vita, um hvussu tað gekk í Danmark. Hann fekk at vita, hvussu krokodillan í djóragarðinum hevði tað, hvussu nógv hon át o.s.fr. Jú, sanniliga dugdi Allan væl at [...] kar. Men tá ið hesin kom til heimbygd Allans, tá miseydnaðist lopið, og Tårnspringeren fra Tåstrup, sum tey kallaðu hann, lá stein deyður við karið. Hetta helt Allan vera gott fyri menninar í bygdini, [...] lin. Og tað var ikki nøkur long røða, ið hann helt. Hann takkaði bert fyri jazzin á hesum sinni og segði, at hetta var seinasta ferðin, ið hann kom at enda jazzfestivalin. Næstu ferð varð tað ein nýggjur
Grov ákæra er tað at skýra ein persón ella flokk fyri at villleiða føroya fólk, men tað ger Hans Pauli Strøm uttan himpr og uttan grundgeving í eini samrøðu týsdagin. Tó uggi eg meg við, at tað krevur meiri [...] um, sum í Danmark og í Føroyum fyriliggja. Tað skuldi ikki verið neyðugt at penslað tað meiri út. Gleðiligt at Javnaðarflokkurin vil av við blokkin Tó er tað sera positivt, at Javnaðarflokkurin ferð eftir [...] osfr. Men tá ið samgongan hevur vilja til ein sjálvstøðugan búskap, so er tað ikki tí, at vit ikki vilja hava eina fíggjarlóg uppá 3 milliardir, men orsøkin til at vit vilja av við blokkin yvir eitt ávíst
atvoldin til ella medvirkandi til fleiri ferðsluóhapp. Aftur broytt Men haldið tykkum nú fast. Ja, fyri at tað ikki skal vera lygn, so er vegaavmerkingin broytt enn einaferð, og tað aftur til fyrstu og [...] eg eisini at skriva nøkur orð um tað í heyst. Tað kom tíanverri komið í drag. Nú er so alt aftur við tað gamla, og so skuldi ein so verið nøgdur kundi verið sagt. Tað er so eitt. Men eftir stendur so [...] nú aftur er broytt til upprunaligu avmerkingina? Hvussu nógvar ferðsluskaðar fer henda nýggja broytingin at hava við sær. Kann hon føra til totalt trafikkkaos? Sjálvur helt eg tað var løgið, at vegaa
teimum seks hjá VÍF. Tað var ikki fyrr enn tá, at vestmenningar knappliga fóru at skunda sær. Fram til tá høvdu teir tikið sær góða tíð til at seta dystin í gongd aftur, men nú var tað, sum um teir knappliga [...] úr 24-21 til 24-23, og so var spenningurin í hæddini. Men tá Hans Guðmundsson skoraði til 25-23, tá tveir minuttir vóru eftir, fór seinasta gassið úr VÍF-ballónini. H71 vísti, at tað ber til at vinna á [...] 5-0. Tað var serliga verjan hjá heimaliðnum, sum stóð sera sterk hesar fyrstu løturnar av dystinum. Tvær ferðir upp í slag megnaði Halgir Dal Olesen at blokera skotum frá Sámali Joensen, og eftir tað hevði
av ongum, tí eingir dómarar møttu til dystin. Tað átti ikki at komið fyri í 1998, at ein 1. deildardystur verður avlýstur, tí dómararnir ikki møta upp, men tað var tað, sum hendi sunnudagin. Sambært ka [...] NSÍ, sigur, at so er ikki. Hann harmast um, at tað eitt nú í ítróttartíðindunum hjá útvarpinum ljóðaði, sum um tað var NSÍ, sum hevði feilin, tí tað var tað ikki sambært Trygva. ? Sannleikin er, at bæði [...] fara til Vágs, men fóru at døma á Skála. Nú liggur bólturin so hjá Hondbóltssambandinum. Ímeðan kann Kyndil síggja fram til enn eina ferð til Suðuroyar, og vit sum fylgja við, kunnu ásanna, at tað framvegis
spæla upp til sítt besta, gav seg til kennar. Í 1. hálvleiki var tað eitt sindur um hetta, men so smoygdu teir hetta av sær, og vit vita, hvussu tað gekk. Á heimavølli fara teir onga orsøk at hava til at vera [...] 03.30. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir vóru burtur í átta dagar, og samanlagt gevur tað 6.800 krónur í dagpengum. Í avtaluni stendur eisini, at um landsliðið megnar ein javnleik ? tað ger tað sama [...] landsliðið at gera, á, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin, men tað er einki forgjørt í, at tað í løtuni meiri enn nakrantíð áður ræður eitt bjartskygni fyri framtíðina hjá landsliðnum. Tað eru fleiri veruleikar
eru til reiðar at gera skilagóðar broytingar innan fyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum. Tí tað er best fyri Føroyar og føroyingin uppá stytri og longri sikt. Fullveldið ganga vit ongantíð við til. Tá [...] peningi at spinna nýggj klæði til Føroyar við ongum tráði, eins og skræddarin í ævintýri H. C. Andersens. At Føroyar verða bæði naknar, kaldar og fólkatómar, um tráðurin ikki fæst til vega, man lítil ivi vera [...] okkara fyri skeytið! Tað má ikki henda. Innan ríkisfelagsskapin hava vit hóast alt megnað at vart og styrkt um okkara mentanararv og mál. Ríkisfelagsskapssinnað siga eitt avgjørt nei til fullveldið! Vit á
heimsins forsíðum. Maðurin, sum var við til at fella og helst eisini myrða táverandi demokratiskt valda forsetan í Chile, Salvadore Alliende, og seinni orsøkin til morð á túsundtals ósek fólk, var nú um [...] Hóast mong ár eru farin, so eigur tað at standa púra klárt í minninum hjá øllum føroyingum, hvussu Óli Breckmann - ikki bert einaferð - men aftur og aftur nýtti høvi til at lovprísa Pinochet og hansara harkaliði [...] handtikin og dømd, kann tað ikki koma betur við, enn at júst Pinochet verður tikin og kemur fyri ein dómstól. Hvat skulu altjóða dómstólar og mannarættindaproklamatiónir brúkast til, um menn sum Pinochet
teldukent og als ikki í tráð við tað, sum vit vanliga kenna bólkin fyri. Veit ikki um tað eru teldutrummur, ella um tað er Henning, sum vit hoyra á remixinum, men hetta hóskar ikki til bólkin, hóast eitt remix [...] spælinum og stílinum, at tað vóru Kjølar, ið man hoyrir. Annars eru ikki tær stóru broytingarnar á remixinum í mun til uppruna lagið. Tað eru serliga trummurnar, sum man leggur til merkis, og so niðurteljingin [...] veikur í mun til hini ljóðførini. Tað er altíð ein fyrimunur at hoyra orðini, tá ið ein ikki kann lesa tey í húsanum. Húsin Sum áðurnevnt, so hevði tað verið ynskiligt, at tekstirnir til løgini vóru prentaðir
ryggin, so tað skuldi gera gott at sleppa undir læknahond. Tá ið vit hava sessast, byrjar Janus at greiða frá, hvussu hann endaði á sjónum. "Tá ið eg fyri umleið fimm árum síðani skrivaði meg upp til verkætlanina [...] Tímir ikki at arbeiða ?átta til fimm? Tá ið vit spyrja hann, hvat tað er, sum ger, at hann trívist so væl á sjónum, sigur Janus við eitt, "eg tími ikki at arbeiða átta til fimm". Haraftrat sigur hann seg [...] Í gomlum døgum var tað so, at so at siga allir ungir dreingir fóru á sjógvin, tá ið teir vóru farnir um fermingaraldur. Hendan gongd er nú nærum útdeyð, men tó eru tað sera nógv ung, bæði gentur og dreingir