Komandi ár kann úrtøkan gerast størri enn nakrantíð

Fótbóltur: Landsliðsspælararnir fingu meiri enn tíggju túsund krónur burturúr ferðini til Litava og Skotlands, og teir kunnu rættuliga skora kassan komandi ár

Føroyska fótbóltsárið 1998 er lokið. Sjálvt um sumbingar og leikrvíkingar suðuri á Krossinum í Sumba stríddust um eitt pláss í 1. deild, og Leiftursmenn vóru í Føroyum og spældu móti B36 og KÍ, so mundi tað hjá teimum flestu kennast sum stóra finalan, tá landsliðið var á ferð í Litava og í Skotlandi.

Úrslitini á útivølli móti Bosnia og á heimavølli móti Kekkia høvdu lagt upp til, at tað fór ikki at vera heilt av leið í teimum báðum dystunum, og tað royndist betur, enn tað ofta hevur gjørt áður.

Føroyar taptu tilsaman 1-2 í tveimum dystum, og tað er ikki ofta komið fyri áður, at samantaldi málmunurin hevur verið so frægur í tveimum royndum á rað.

Besta úrslitið í tveimum undankappingardystum á rað var í 1997, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Malta ávikavíst á útivølli 30. apríl og á heimavølli 8. juni.

Í 1995 vóru úrslitini eisini góð. Tað árið taptu vit 3-0 í Moskva 6. mai og vunnu 25. mai á Svangaskarði við somu tølum móti San Marino fyri síðani 7. juni at tapa 2-0 á Svangaskarði móti Skotlandi. Sama heystið taptu vit 6. september 2-5 móti Russlandi og vunnu so 11. oktober 3-1 í San Marino.

So vit hava úrslit at vísa á, sum standa mát við tey á ferðini fyri viku síðani, men sammeta vit bara við dystir á útivølli, so hevur tað ongantíð áður skorist so væl í tveimum undankappingardystum á rað á útivølli, sum tað gjørdi hesa ferð, og als ikki, tá havt verður í huga, hvørjum slagi mótstøðan var av.

Áðrenn vit sleppa hagtølunum heilt kunnu vit gera nakrar staðfestingar afturat. Úrslitið í Vilnius, har Føroyar leygardagin 10. oktober spældu 55. altjóða skrásetta landsdystin, var tað fyrsta málleysa nakrantíð, og tapið í Aberdeen mikudagin 14. oktober var tað fyrsta 1-2 tapið á útivølli, samstundis sum hetta var fyrsta málið í fimm landsdystum. Síðsta málið frammanundan var í Gijón í Spania 11. oktober í fjør, tá Jens Kristian Hansen eftir 44 minuttir minkaði um munin til 2-1. Spania vann 3-1.

Tað var einki minni enn eitt bragd, at føroyingar megnaðu at vinna 2. hálvleik í Aberdeen, og hetta var fimta ferðin nakrantíð, at okkara lið hevur megnað at verið omaná seinnu trý korterini í einum undankappingardysti. At landsliðið hevur megnað at hildið tørn teir fyrstu 45 minuttirnar, og at tað síðani hevur roynst heilt illa seinna umfarið er ofta komið fyri ? serliga fyrru árini, tá landsliðið var við í undankappingum.

Fyrsta ferðin, at Føroyar vunnu 2. hálvleik í undankappingardysti, var í Landskrona móti Eysturríki 12. september 1990, tá Torkil Nielsen skoraði einasta málið eftir 62 minuttir. Onnur ferðin var 25. mai 1995, tá úrslitið á heimavølli móti San Marino var 3-0 og 2. hálvleikur endaði 1-0. Triðja ferðin var 24. apríl 1996, tá úrslitið móti Jugoslavia í Beograd var 3-1 til heimaliðið, og Føroyar vunnu 2. hálvleik 1-0. Eins og í Aberdeen í síðstu viku var tað ta ferðina John Petersen, sum skoraði málið, so vit kunnu so smátt fara at rokna við, at um John Petersen skorar í 2. hálvleiki á útivølli, so gongur væl hjá Føroyum í seinna umfarinum!

Síðsta ferðin undan tí í Aberdeen, at Føroyar hava vunnið ein 2. hálvleik, var 30. apríl 1997, tá úrslitið á Malta var 2-1 til Føroyar. Í steðginum var heimaliðið á odda 1-0.

Vit hava áður nevnt, at tá Føroyar spældu í Litava næstsíðsta leygardag, so var hetta fyrsta ferðin, at eingin av hetjunum úr Landskrona 12. september 1990 var við á føroyska liðnum.


Tíggju túsund í part

Eingin spælari verður ríkur av at vera á landsliðnum, men teir átjan, sum fyri stuttum vóru eina góða viku burtur í Litava og í Skotlandi vóru ikki heilt sørir.

Í avtaluni, sum Fótbóltssambandið og spælararnir hava í sambandi við hesa EM-undankappingina er avrátt, at spælararnir fáa 850 krónur í part í dagpengum hvønn dagin, teir eru burtur. Landsliðsferðalagið fór úr Føroyum mikukvøldið 7. oktober, og teir vóru aftur í Vágum hósmorgunin 15. oktober klokkan 03.30. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir vóru burtur í átta dagar, og samanlagt gevur tað 6.800 krónur í dagpengum.

Í avtaluni stendur eisini, at um landsliðið megnar ein javnleik ? tað ger tað sama, um hetta er á heimavølli ella á útivølli ella hvørjum tað er ímóti ? so fær hvør spælari fýra túsund krónur í bonus. Tað vil við øðrum orðum siga, at úrtøkan hjá teimum átjan spælarunum, sum vóru í Vilnius og í Aberdeen, var í alt 10.400 krónur.

Higartil í hesari EM-undankappingini hava Føroyar ikki vunnið. Fyri ein sigur fær hvør spælarin átta túsund krónur.


Gott grundarlag

undir framtíðini

Fyrsta royndin í hesari EM-undankappingini var út av lagi vánalig. Á heimferðini úr Skotlandi var lagið gott og hugurin at halda fram góður, og tað var stórur munur á frá tí, sum lá í luftini, tá landsliðið 4. juni hevði tapt 5-0 í Tallinn.

Broytingin eigur at minna bæði spælararnar, venjaran, pressuna og øll onnur, sum hava við landsliðið at gera, á, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin, men tað er einki forgjørt í, at tað í løtuni meiri enn nakrantíð áður ræður eitt bjartskygni fyri framtíðina hjá landsliðnum. Tað eru fleiri veruleikar, sum eru orsøk fyri hesum.

Ein er, at teir, sum eru um boðið at vera á liðnum, eru fleiri, enn teir nakrantíð hava verið, og tað er nógv, sum bendir á, at tað komandi ár vera fleiri, sum verða uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í ár.

Tað man vera langt síðani, at bonkurin hevur verið so sterkur, sum hann var á ferðini í Vilnius og í Aberdeen. Venjarin kundi uttan nakað himpr valt millum allar sjey á bonkinum at sett inn á vøllin, uttan at liðið hevði viknað stórvegis av tí. Og so skulu vit minnast til, at Allan Mørkøre, sum hevði verið sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu, var ikki við. Øssur Hansen og Jan Allan Müller hava áður verið millum teir fyrstu ellivu, og fara teir komandi ár at gera nógv við fótbóltin, so eru teir í hvussu so er góð boð uppá pláss millum teir fyrstu átjan.

Tað er einki avgjørt enn, men tað er nógv, sum bendir á, at onkrir av landsliðsspælarunum, sum higartil hava spælt heima á landi, fara av landinum at spæla, og at summir, sum hava verið í landsliðshópinum, fara at verða uppaftur betri fyri. Vit kunnu í hesum sambandi nevna Símun Eliasen, sum miðvíst arbeiðir fyri søkini í Aarhus Fremad, Una Arge, sum ætlar sær at seta fótbóltin høgt, tá lesturin verður liðugur stutt eftir ársskiftið, og hann aftur skal til Leiftur, og Jan Dam, sum fer at leggja nógva orku í venjingina í Herfølge.

Einki er komið uppá pláss enn, men tað skuldi ikki undrað, um John Petersen, Jákup á Borg og Hans Fróði Hansen fara av landinum at spæla fótbólt. Gera teir álvara av hesum, so verða teir uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í ár. Og fara hinir landsliðsspælararnir heima á landi at halda støðið, teir hava havt í ár, so sær tað heilt spennandi út fyri komandi ár.


Stórur áhugi

Tá lutakastið til EM-undankappingina hevði verið varð staðfest, at bólkurin, sum Føroyar vóru komnar í, var ikki serliga áhugaverdur, og tað varð hvørki roknað við góðum úrslitum ella serliga stórari áskoðararfjøld.

Men nú kann tað væl fara at vísa seg, at áskoðarafjøldin fer at vera væl størri, enn tað áður hevur verið roknað við, at hon fór at verða.

Royndirnar hava víst, at áskoðararnir møta betri upp, tá tað er góður møguleiki fyri, at Føroyar fara at vinna, heldur enn tá mótstøðumenninir eru kendar heimsstjørnur.

Tá San Marino var á Svangaskarði, hugdu 3.450 at, og tá Malta vitjaði ? góðar fimm vikur eftir at Føroyar høvdu vunnið niðri á Malta ? vóru 6.642 áskoðarar, sum er met. Vónbrotna fjøldin var eisini stór, tá Kypros var á Svangaskarði 16. juni 1992. 4.129 møttu upp, og tað var rímuligt, tí tey roknaðu við, at føroyingarnir fóru at vinna, men teir taptu 2-0.

Tá Skotland vann 2-0 á Svangaskarði 7. juni 1995 vóru 3.881 áskoðarar. Tá hevði føroyska liðið eitt knapt ár frammanundan tapt 5-1 í Glasgow. Tá úrslitið síðsta mikukvøld verður havt í huga er ikki annað at rokna við, enn at fjøldin í fyrsta heimadystinum komandi ár, sum verður grundlógardag, leygardagin 5. juni, júst móti Skotlandi, verður heilt stór. Og verður úrslitið gott ta ferðina, so ber til at ímynda sær, at áskoðarametið verður hótt, tá Bosnia kemur á Svangaskarð fýra dagar seinni ? mikudagin 9. juni. Verður aftur ta ferðina talan um gott úrslit kunnu vit halda fram við at ímynda okkum, hvussu tað verður við áhuganum, tá Estland og Litava koma á Svangaskarð 4. og 8. september.


Stórt trýst

At tað er møguleiki fyri góðum ítróttarligum avrikum og harvið stórari peningaligari inntøku komandi ár í fýra heimadystum á rað leggur sjálvandi eitt trýst á venjaran og spælararnar. Men royndirnar hesar síðstu ferðirnar vísa, at teir á landsliðnum megna væl at bera sovorðið trýst.

Tá spælararnir hálvan annan tíma fyri dystarbyrjan í búnanum, sum teir ferðast í, komu inn á Pittodrie stadion í Aberdeen, var stuttligt at eygleiða teir. Teir høvdu myndatólini við og skiftust um at taka myndir av hvørjum øðrum. Tað sært tú ikki ofta landsliðsspælarar aðra staðni gera. Tú fekst eina kenslu av, at teir mettu tað at vera á hesum vøllinum sum eitt stórt upplivilsi, og tað var ikki frítt, at hugsanin um, at teir kanska fóru at verða ov imponeraðir, og harvið ikki fóru at spæla upp til sítt besta, gav seg til kennar. Í 1. hálvleiki var tað eitt sindur um hetta, men so smoygdu teir hetta av sær, og vit vita, hvussu tað gekk.

Á heimavølli fara teir onga orsøk at hava til at vera imponeraðir, hvørki av umstøðunum ella av mótstøðuliðunum, sum føroyingar hava staðið seg væl ímóti í ár (burtursæð móti Estlandi, sum stóra tapið ímóti skal hevnast).

Tað er m.a. út frá omanfyri standandi, at vit síggja 1999 sum eitt framúr spennandi landsliðsár. Tað kann gerast árið, tá ítróttarliga úrtøkan ? og harvið peningaliga inntøkan bæði hjá FSF og spælarunum ? verður væl størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið.

Fyrsta fyrireikingin til at hetta kann ganga upp verður, tá landsliðið síðst í februar fer á venjingarlegu suðuri við Miðalhavið. Hvar tað verður farið er ikki greitt enn. Tað er sjónvarpsfelagið UFA, sum fíggjar ferðina, og tað er í samstarvi millum teir, FSF og venjaran, at skráin seinni í ár fer at verða løgd.