Skýmandi Kvøldið

Herfyri kom ein EP við bólkinum Kjølum á marknaðin. EP'in, sum ber heitið Skýmandi Kvøldið, hevur trý løg: Skýmandi Kvøldið (vanligt og remix) og so Sorgblýdni. Upptøkurnar eru gjørdar fyri rúmari tíð síðani, men trupult hevur verið at fingi EP'ina til Føroya

Tað var við spenningi sæð fram til, at vælumtókti bólkurin Kjølar fóru at koma við nýggju, (gomlu) EP'ini Skýmandi Kvøldið. Vit minnast jú øll, at lagið Skýmandi Kvøldið seinasta ár í drúgva tíð var nummar eitt í sendingini 15 Teimum Bestu í útvarpinum.

Seinast í undanfarna mánaða kom so EP'in. Tað, sum undirritaði hevði sæð mest fram til, var at hoyra remixið av Skýmandi Kvøldið, men hetta var eitt vónbrot.


Skýmandi Kvøldið

Lagið, sum EP'in er uppkallað eftir, er eitt frálíkt lag, eingin ivi um tað. Tað er ein fragd at hoyra pumpandi bassin hjá Jens Tummasi, solospælið hjá Jens Marna og trummurnar hjá Henning. Eg hevði tó kunnað tonkt mær, at sangurin hoyrdist eitt sindur betur. Tað er sum um, at øll ljóðførini køva út yvir sangin.

Skýmandi Kvøldið hevur tað drive yvir sær, sum vit vanligani seta í samband við Kjølar, og hóast man hevur hoyrt lagið ofta, so gerst ein ikki troyttur av lagnum.


Remixið

Mær hevur altíð dámt væl Kjølar, og eg eri av teirri hugsan, at bólkurin helst er best live-bólkurin í landinum.

Tað hevur altíð verið ein ávísur intensitetur yvir spælinum hjá teimum fýra limunum í bólkinum. Tíverri eri eg noyddur at siga, at eg haldi remixið av Skýmandi Kvøldið verða alt ov stirvið og teldukent og als ikki í tráð við tað, sum vit vanliga kenna bólkin fyri.

Veit ikki um tað eru teldutrummur, ella um tað er Henning, sum vit hoyra á remixinum, men hetta hóskar ikki til bólkin, hóast eitt remix ofta er nokk so teldukent.

Heldur ikki dámar mær at hoyra niðurteljingina í byrjanuni av remixinum. Hatta four, three, two, one virkar alt ov "popput". Tað er gleðiligt, at føroyskir tónleikabólkar eru farnir undir at gera remix av egnum løgum, men í hesum førinum hevði eg tó kunnað ynskt mær, at man framvegis hoyrdi á spælinum og stílinum, at tað vóru Kjølar, ið man hoyrir.

Annars eru ikki tær stóru broytingarnar á remixinum í mun til uppruna lagið. Tað eru serliga trummurnar, sum man leggur til merkis, og so niðurteljingin í byrjanini av lagnum.


Sorgblýdni

Hóast lagið sorgblýdni leingi hevur verið at hoyrt, so er tað ikki fyrr enn nú, at møguleikin er komin at útvega sær lagið á fløgu.

Hetta er eitt sera gott lag, sum fellur væl í oyruni, tá ið man hevur tað í fløguspælaranum. Frálíku soloirnar hjá Jens Marna eru eyðkendar, og tær eru nærum altíð við til at styrkja um eitt lag.

Trummurnar hjá Henningi eru eisini stak góðar. Haldi at Henning reint trummutekniskt man verða ein tann besti á sínum øki her á landi.

Tó skal tað viðmerkjast, at eisini her er sangurin alt ov veikur í mun til hini ljóðførini. Tað er altíð ein fyrimunur at hoyra orðini, tá ið ein ikki kann lesa tey í húsanum.


Húsin

Sum áðurnevnt, so hevði tað verið ynskiligt, at tekstirnir til løgini vóru prentaðir í húsanum.

Eg haldi eisini kápumyndina verða góða, um man hugsar um motivið sum so, men eg skilji ikki rættuliga, hví hon skal verða so kám og myrk.

Skýmandi Kvøldið er upptikin í West River Recording av Johannes á Rógvu Joensen. Remixið av Skýmandi Kvøldið hevur Mark Joensen gjørt, og tað er Jónas Bloch Danielsen, sum hevur ljóðblandað tónleikin í Studio 93. 3'arin í SMS stendur fyri søluni av Skýmandi Kvøldið.