NÚ vit mestsum høvdu gloymt, at hann framvegis var á lívi, var Augusto Pinochet bráddliga aftur á øllum heimsins forsíðum. Maðurin, sum var við til at fella og helst eisini myrða táverandi demokratiskt valda forsetan í Chile, Salvadore Alliende, og seinni orsøkin til morð á túsundtals ósek fólk, var nú um dagarnar tikin av bretsku løgregluni.
EFTIR áheitan frá sponskum dómarum um at handtaka Pincohet fyri hansara leiklut í morðum á ósekar spaniumenn og chilienar gjørdu bretskir myndugleikar av at handtaka Pinochet, meðan hann var í London fyri at søkja sær heilsubót.
HÓAST Pinochet er senatorur í Chile og ferðast við diplomatpassi, so hava bretsku myndugleikarnir gjørt av at nokta Pinochet útferðarloyvi aftur. Fyrst skal kannast, um ynskið frá sponsku dómarunum skal gangast á møti. Ætlanin er at fáa Pinochet fyri rættin í Spania.
VIÐHALDSMENN Pinochet hava mótmælt handtøkuni og siga, at hetta er í stríð við vanligar reglur fyri diplomatar. Men hesum vísa bretskir politikarar aftur. Sama ger sjálvur ST-aðalskrivarin, sum skal hava sagt, at tá talan er um brotsmenn av slíkum slag sum Pinochet, so er als einki, sum eitur diplomatiskur immunitetur. Hesum munnu tey flestu taka undir við. Tað eru bert ultrahøgravend í USA, nøkur fá viðhaldsfólk hjá Pinochet í Chile, og so Dagblaðið og føroyski fólkaflokspolitkarin Óli Breckmann, sum bera í bøtuflaka fyri Pinochet. Hóast mong ár eru farin, so eigur tað at standa púra klárt í minninum hjá øllum føroyingum, hvussu Óli Breckmann - ikki bert einaferð - men aftur og aftur nýtti høvi til at lovprísa Pinochet og hansara harkaliði. Tí sama persóni, sum helst kemur fyri rættin ákærdur fyri hópmorð. So stórt var og er haturið til sosialstar og øll vinstravend, at Pinochet og hansara ?politikkur? passaði væl inn í fíggindamyndir Breckmanns.
NÚ tosað verður um fólk, sum hava forbrotið seg móti mannarættindum, og vit síggja, hvussu fleiri lond og felagsskapir í felag royna at fáa hesi fólk handtikin og dømd, kann tað ikki koma betur við, enn at júst Pinochet verður tikin og kemur fyri ein dómstól. Hvat skulu altjóða dómstólar og mannarættindaproklamatiónir brúkast til, um menn sum Pinochet ganga leysir! Áhugavert verður at fylgja frásøgnunum hjá Óla Breckmann í Dagblaðnum frá rættarsøkini móti Pinochet.