Føroyar í tvíningar?

Kejserens nye klæder: ein mynd uppá fullveldið!

Høgni og Anfinn spinna við ongum tráði.

Tess meira, ið kemur fram um fullveldi, tess meira greitt er, at samgongan við Høgna Hoydal og Anfinni Kallsberg á odda nýta nógva orku og milliónir av skattgjaldarans peningi at spinna nýggj klæði til Føroyar við ongum tráði, eins og skræddarin í ævintýri H. C. Andersens.

At Føroyar verða bæði naknar, kaldar og fólkatómar, um tráðurin ikki fæst til vega, man lítil ivi vera um.

Higartil hevur ongin viðkomandi spurningur fingið nakað seriøst svar. Størstu ríkisveiting nakrantíð hava teir tó tryggjað sær í trý ár. Í hesum tíðarskeiði skal fullveldi lýsast. Rokningin kemur seinni. Og hon fer at forkoma okkum heilt. Minst 1500 milliónir krónur um árið. Man nakar vera eftir í hesum landi, um ørvitisskapurin eydnast. Fer øll tann føroyska tjóðin við øllum mentanararvi okkara fyri skeytið! Tað má ikki henda.

Innan ríkisfelagsskapin hava vit hóast alt megnað at vart og styrkt um okkara mentanararv og mál.


Ríkisfelagsskapssinnað

siga eitt avgjørt nei

til fullveldið!

Vit á ríkisfelagsskaps skilaleið finna okkum ikki í hesum. Vit vilja ikki hava nakra vøru ella nakað fullveldi, grundlóg ella líknandi svass. Ja, sanniliga hevur samgongan vent øllum á høvdið, sum teir sjálvir siga. Men vit góðtaka ikki, at hvør einasta sparibússa og bankabók skal endavendast. Fyri at fáa tørvandi 1500 milliónirnar frá skattgjaldaranum. (tað skal her nevnast, at beinleiðis landsskatturin er umleið 800 milliónir um árið). Fíggjarligi parturin av fullveldinum er burtur úr vón og viti. 1500 milliónir krónur mangla hvørt einasta ár. Tað er sera lætt hjá einum, ið kemur beint av skúlabeinki, at siga at nýggjar vinnur skulu koma ístaðin fyri ríkisveitingina. Ósvaraðir spurningar kunnu loyast í eini sokallaðari skiftistíð. Ja, soleiðis renna teir undan ábyrgd.


Fara Føroyar

í tvíningar?

Spurningurin er, um Føroyar fara í tvíningar um hetta heldur fram. Einar sjálvstøðugar Føroyar innan Ríkisfelagsskapin og einar suverenar Føroyar uttan fyri ríkisfelagsskapin, har teir, sum í dag byggja vinnur við orðum, kunnu gera tað í verki.

Vit í Sambandsflokkinum nokta blankt at fara úr ríkisfelagsskapinum. Tað er indiskutabult. Onki eksperiment við framtíðini hjá føroysku tjóðini. Onki stig skal takast, uttan at vit heilt og fult vita konsekvensin av hesum! Fullveldi ætla teir at lýsa um 1 gott ár. Og enn vita teir onki um, hvussu 1500 milliónir skulu fáast til vega. Men frá hesum skatta- og avgjaldsflokkum man føroyingurin vita av egnum royndum, hvussu tørvandi krónurnar skulu koma í landskassan. Tað er bert at spenna skattaskrúvuna nøkur tørn hvørt einasta ár. Og tosa um skattalætta til eitt val ? fyri síðan aftur at spenna. Soleiðis hevur gongdin verið seinastu mongu árini, undantikið seinastu 4 árini.

Um teir eru so tryggir í, at fólk vilja hava fullveldi, so er ongin vandi fyri einum komandi vali ? tí so hava teir meiriluta eftir valið. Men helst er tað soleiðis, at teir óttast fyri, at núverandi meiriluti er burtur eftir eitt komandi val. Tí skal skaðin gerast nú. Men verður ein loysn gjørd á smølum grundarlagi, sum ætlanin er, fara vit ongantíð at lata hesa binda okkum framyvir.

Men vit eru til reiðar at gera skilagóðar broytingar innan fyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum. Tí tað er best fyri Føroyar og føroyingin uppá stytri og longri sikt.

Fullveldið ganga vit ongantíð við til. Tá fara Føroyar heldur í tvíningar!


Marjus Dam, løgtings-

limur Sambandsfloksins