á opnum havi. Og út frá teimum er ikki ringt at gita, hvar Óli er staddur politiskt. ? Tað er rætt, at eg eri kritiskur yvir fyri hesum ?superføroyingunum?, sum ganga inn fyri at kvetta øll bond til Danmarkar [...] væl satiriskar tekningar, har politikarar og aðrir kendir persónar verða argaðir og hildnir fyri gjøldur fyri teirra býttleikar. Øll tey stóru donsku bløðini hava ein og teir hava fingið danir at flenna [...] heilsanir sum tøkk fyri at fáa politisku andlitsbrøgd síni avskeplað. Torir meðan onnur tiga Óli torir og dugir væl at provokera. Myndin av meiniga føroyinginum, Palleba um ein vil, er ikki fyri sartar sálir
skal vera neyðugt at skipa oljumál sum øki fyri seg, av tí at oljuvinnan ikki er aktuel í løtuni. Tað er týðiligt at hesi bæði málsøki eru komin aftrat, fyri at fáa partarnar at góðtaka samgonguskjalið [...] Miðflokkurin ikki upp í part, tá samgongan skuldi skipast. Hann heldur annars, at tað hevði verið gagnligt fyri flokkin, um hann eisini var við, tí so kundi Miðflokkurin tvífalda umboðanina á Ting. Hetta sigur [...] byrjanini umráðandi hjá persóninum, sum fekk samráðingarleiðsluna, at læsa Sjálvstýrisflokkin fastan, fyri at hann ikki skuldi fara í bólk við hinum flokkunum, og tí hevur Helena Dam á Neystabø verið kvik
tíðarskeið í sjálvstýris strembanini at gerast meira frælsur. Føddur og uppvaksin í Sandavági - kend fyri at verða sjálvstýrisbygd - merkist andin av strembanini eftir at klára seg sjálvan. 10 ára gamal gjørdi [...] fiskaarbeiði. Børn okkara hava aðra uppfatan av, at verða føddur í Føroyum. Unga fólkið hevur annað og fyri okkum eina nýggj ahugmynd um framtíðina. At arbeiða á Snarfrost, Bacalao, Nykur v.m. er ikki »in« [...] verður millum ungdóm mett sum eitt annaklassa jobb. Danska umsitingin! Vit eru fegin um, at nøkur av teimum, sum vit sendu til Danmarkar at lesa koma aftur, men vit ørkymlast av, at danskar fyrisitingar-reglur
við T.B. í Hetlandi, at koma á fund og um áhugi verður fyri hesum verður skipað fyri einari fótbóltsferð til Hetlands. Tað verður ein ferð fyri tey og teir gomlu, og so verður eisini tikið við á somu [...] verður aftur møguleiki at binda saman aftur tað, sum var slitið. Um áhugi verður fyri hesum er ætlanin at skipa fyri einari ferð til Hetland til heystar, soleiðis at vinabondini aftur verða bundin saman [...] hending líka síðan T.B. fyrstu ferð í august 1956 var sína fyrstu ferð har. Nógv er broytt og nógv av teimum, sum vóru við á fyrstu ferð T.B., tey eru farin, og væl eisini nógvir av okkara vinum í Hetlandi
sambandið alt fyri eitt, tí tað lovaði hann á valfundunum har vesturi, annars sleit hann samgonguna. Tað atkvøða sosialistarnir í øllum førum fyri, um tað ikki bara er ein »grunnur« fyri at bjarga eini [...] pástand um, at blokkurin mest sum óskerdur fer aftur í statskassan. Er tað ikki fyri læntan pening vit gjalda aftur fyri? Um so er kundu pengarnir eins væl farið til lán í Deutsche Bank, tí at lán eru [...] fólkafloksmammon og tveita tað sindrið av sosiala og demokratiska stevnumiði av »brúnni í bakborð« fyri tjóðveldishugsjónini, tað var skelkandi. Man kundi hugsað sær orsøkina til hesa høgravending, nevniliga
at danska stjórnin vil arbeiða miðvíst fyri at finna loysnir á teimum spurningum, sum hava við sambandið millum Danmark og Føroyar at gera. Hetta er galdandi fyri bankamálið eins væl og uttanlandsskuldina [...] finna loysnir, til fyrimuns fyri einum burðardyggum føroyskum samfelag, sigur Poul Nyrup Rasmussen. Hann upplýsir samstundis at hann hevur bjóðað løgmanni til Danmarkar, fyri at teir í felagsskapi kunnu
unum var talan um eitt beinleiðis árligt endurgjald (frá Nato/USA) fyri støðirnar í Grønlandi og Føroyum (eins og rindað verður fyri Keflavík-støðina í Íslandi) vildi danska stjórnin heldur hava eina skipan [...] endurgjald fyri okkara part av danska risavinninginum uppá Nato. Hin vegin verður ein fullfíggjað uppgerð av ósemjunum millum bæði londini, at mytan um tann neyðars danska skattaborgaran, sum má bløða fyri síni [...] Jensen mest sum reypar beinleiðis av tí í síni bók »Din egen dag er kort«), so frá teimum mugu vit rokna við einum slutri fyri ein slatur. Vit fáa onga veruliga uppgerð við danir, hóast kanska eitt sømulit
hann sær at fara upp í arbeiði við lív og sál. Sær fegin at olja er her -Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, [...] í undirgrundini - undir basaltinum og bara bíðar eftir at verða tikin upp til gagn fyri hetta fólkið og ikki minst fyri okkara eftirkomarar. Eyðun Elttør heldur, at vit eiga ikki bara at hugsa um dagin [...] við umboð fyri útlendsku oljuvinnuna, og tað sær hann eisini fram ímóti. -Dialogurin við útlendsku feløgini, ið ynskja at arbeiða og gera íløgur á føroyskum øki, er av alstórum týdningi fyri okkum, tey
til tað, fólk høvdu væntað av teimum, men eingin ivi er um, at gøtumenn fara at vera millum liðini, sum stríðast fyri heiðursmerkjum, hóast teir ikki liggja heilt so væl fyri í løtuni. NSÍ vann tveir teir [...] eru tey flestu av teimum givin fyri ónollur heldur enn »verulig« fríspørk. Trý reyð kort vórðu givin í 1. deild hetta vikuskiftið, og tey vóru øll beinleiðis reyð: Eitt í Havn fyri at sparka mótstøðumann [...] tað sama seg galdandi her. Um onkrir av teimum týdningarmiklu monnunum ikki kunnu vera við, er úrvalið at seta í staðin ikki so stórt. Hvussu væl HB veruliga er fyri, og um GÍ veruliga ætlar sær at vera við
Næstseinasta sunnudagin skeyt hann útjavnandi málið fyri KÍ móti B36, og hesa ferð legði hann klaksvíkingar á odda við einum langskoti nakað uttan fyri brotsteigin. Eftir innleiðandi málið legði TB trýst [...] vandaleysir, og serliga Arnold Joensen á miðjuni var væl fyri. Tað skuldi brotsspark í yvirtíð til hjá TB at fáa útjavnandi málið, teir høvdu trýst fyri at fáa. Alexander Radosavljevic fekk knappliga gott rásarúm [...] at Alexander Radosavljevic varð rikin av vølli fyri at geva einum klaksvíkingi albogan í andlitið. Nú vóru tvørámenn av álvara skerdir, men hjá teimum var einki annað at gera enn at koyra alt fólkið fram