-Oljuvinnan gerast týðandi partur av okkara búskapi

-Hetta er eitt stórt álit, sum veitt er mær, og eg skal royna alt eg kann fyri at handfara hetta stóra málið, oljuvinnuna, við skili, sigur Eyðun Elttør, sum júst hevur tikið við sum Føroya fyrsti oljumálaráðharri.

Hann er Føroya fyrsti oljumálaráðharri. Tann 57 ára gamli maskinmaðurin úr Klaksvík, Eyðun Elttør, hevur fingið litið upp í hendi at leggja til rættis eina føroysku oljuvinnu. Hetta er ein so mikið stór og krevjandi uppgáva, at tað undir samgongusamráðingunum varð avtalað, at oljumál skulu vera sjálvstøðugt málsøki í Tinganesi. Tað hevur annars eisini verið nevnt, at veruliga orsøkin til at skipa oljumálini sum málsøki burturav var tann, at politiska kabalan kundi bert ganga upp, um m.a. hetta varð gjørt.

Men hvussu og ikki, so er avgerðin tikin um at Før-oyar skulu hava egna oljumálaráðstovu. Tað fall í lutin hjá sjálvstýrisflokkinum at fáa hetta málsøki at umsita, og endaði oljan í hondunum á klaksvíkinginum Eyðun Elttør, sum - nú eingin føroysk olja enn er funnin - kortini hevur havt útlendska olja á fingrunum.

Hann sigur við Sosialin, at hann er sera fegin um at hava fingið hetta álitið og ætlar hann sær at fara upp í arbeiði við lív og sál.


Sær fegin at olja er her

-Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju og gass við Føroyar. Sjálvur haldi eg, at hesi kolvetni eru fjald í undirgrundini - undir basaltinum og bara bíðar eftir at verða tikin upp til gagn fyri hetta fólkið og ikki minst fyri okkara eftirkomarar.

Eyðun Elttør heldur, at vit eiga ikki bara at hugsa um dagin í dag. Sjálvur sær hann uppgávu sína sum eina roynd at leggja lunnar undir eitt samfelag, ið vit kunnu vera errin av at lata víðari til okkara eftirkomarar.

-Men her er alt so nýtt, at eg má nú fara at tosa við fólkini á Oljufyrisitingini og annars tey mongu, sum hava tilknýti til oljumál.


Gott samstarv

Hann vónar og ivast ikki í at fáa eitt gott samstarv við hesi fólkini og sigur seg vilja ganga konstruktivt og positivt inn í arbeiði at menna hetta spennandi og nýggja økið.

Eyðun Elttør hevur útbúgving sum maskinmaður. Hann byrjaðiá skúlanum í Klaksvík og helt so framog gjørdi seg lidnan í Havn. Í 1978 tók hann víðkað maskinmeistaraprógv í Århus. Hann hevur so eisini verið við skipi og var eitt skifti á verkinum hjá SEV í Klaksvík . Frá 1987 hevur hann arbeitt sum eftirlitsmaður á Arbeiðseftirlitinum og hevur seinastu árini havt undirvísing og blaðútgávu um hendi. Eyðun sannar, at lívið hevur verið sera fjølbroytt og fer hann at sakna starvsfelagarnar á Arbeiðseftirlitinum. Men nú sleppur hann so at royna seg á einum nýggjum øki, ið neyvan verður minni fjølbroytt.

Nú málið í altjóða oljuvinnuni er enskt setir tað eisini nátúrlig krøv til ein føroyskan oljumálaráðharra, at hesin klárar at ?beganga? seg í tí enska. Tað heldur Eyðun Elttør ikki verða nakran trupulleika. -Eg var so heppin fyri nøkrum árum síðani bara at vera millum ensktalandi í Bretlandi í meira enn níggju mánaðir. Umframt tað vit hava lært á maskinmeistaraskúlanum, so hevur hetta verið mær ein góð ballast.


Dialogurin við oljufeløgini av stórum týdningi

Eyðun Elttør ásannar, at ein partur av sínum arbeiði verður nettup at tosa við umboð fyri útlendsku oljuvinnuna, og tað sær hann eisini fram ímóti.

-Dialogurin við útlendsku feløgini, ið ynskja at arbeiða og gera íløgur á føroyskum øki, er av alstórum týdningi fyri okkum, tey og hesa vinnu. Eg skal í hvussu er gera mítt til, at vit fáa ein góðan dialog. Eg fari at lurta og saman við mínum ?oljufólkum? at seta teir røttu spurningarnar. Tað ræður nevniliga um at hava eitt gott samstarv og samskifti um somu tú, sum tú ikki missir teg sjálvan burtur.


Kunnar seg við málið

Tað er enn ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvønn oljupolitikk nýggi oljumálaráðharrin fer at reka. Hann er tó longu farin at kunna seg við alt hetta nýggja við m.a. at gjøgnumganga tað nógva tilfarið, sum hevur verið í bløðunum seinastu árini.

-Her hevur Sosialurin gjørt eitt stórt arbeiði, og tøkk skal blaðið hava fyri tað. Talan er her um fjølbroytt tilfar, sum fevnir sera víða. Og tað fari eg nú at kunna meg væl við. Annars fari eg sjálvandi at brúka míni embætisfólk og her ikki minst tey góðu fólkini á Oljufyrisitingini, sum eg havi skilt, hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Eg fari brúka teirra vitan og royndir í mínum arbeiði og fari eisini at eggja teimum til framhaldandi at gera eitt gott arbeiði.

Eyðun Elttør ásannar, at skal tað koma nakað munagott og skilagott burtur úr eini føroyskari oljuvinnu, so krevur tað, at allar góðar kreftir í hesum landi virka saman, heldur enn at mótarbeiða hvørjum øðrum.

-Mín setningur verður at brúka samstarvið her heima og úteftir sum drívmegin, ja sum amboðið til at røkka einum góðum úrsliti.

Eyðun Elttør dylur heldur ikki fyri, at hann ætlar sær eisini at gera brúk av tí vitan, sum formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Helena Dam á Neystabø, hevur á oljuøkinum. -Helena hevur sum framsøgukvinna hjá flokkinum í nettup oljumálum og sum limur í Uttanlandsnevndini eitt gott innlit í bæði oljuspurningin og haraftrat marknatrætuna við bretar. Hetta er sjálvandi ikki eitt mál undir mínum málsøki, men eg fari at fylgja sera væl við gongdini í marknatrætuni, tí hon er so týdningarmikil fyri okk um og so nær tengd at, hvussu vit fara at arbeiða á oljuøkinum í næstu framtíð.

Tá vit spyrja Eyðun Elttør, hvørjar tankar og vissiónir hann hevur á oljuøkinum vil hann vera eitt sindur varin. -Lat meg nú fyrst sleppa at kunna meg meira við hetta nýggja økið og tosa við míni starvsfólk. Men eitt er vist: eg ætli mær ikki at liggja á tí lætu síðuni men fara til verka og hyggja frameftir.

Nakað av tí fyrsta, sum Eyðun Elttør fer at kunna seg við, eru ætlaninar um eina komandi útbjóðing. Hann vil ikki lova nakað men heldur tað er týdningarmikið at vit fylgja teimum tíðarætlanum, sum longu eru settar út í kortið, har hetta letur seg gera. Hann veit væl, at nakað av arbeiði skal gerast, áðrenn uppskot til skattalóg og avgjaldslóg fyri oljuvinnuna kann leggjast fyri tingið. Men arbeitt hevur verið við hesum og hetta arbeiðið eigur at fullførast, soleiðis at haldgott støði fæst undir eina fyrstu útbjóðing.

-Her eins og á øðrum økjum verður neyðugt at arbeiða miðvíst men so sanniliga eisini við skili. Tí mugu vit ikki leypa framav men heldur ikki seinka einum nátúrligum útviklingi. Fyri meg er tað umráðandi, at vit hava ein málsetning at arbeiða fram ímóti og tí ætli eg eisini at stuðla og vera við til at stimbra tey fólkini, sum nú í fleiri ár hava lagt alla orku í at fáa oljuvinnuna við á føroysku dagsskránna. Teirra stríð og hegni skal ikki hava verið til fánýtis, tvørturímóti.


Droymt um Føroyar sum oljuland

Eyðun Elttør sær fegin, at Føroyar gerast eitt oljuland. -Eg havi mangan droymt um, hvussu fantastiskt tað hevði verið, um vit funnu olju og gass í undirgrundini. Hvussu hetta - handfarið við skili - kundi verið við til at gjørt tað enn liviligari á hesum klettum.

Men Eyðun Elttør, sum í dagliga yrki sínum á Arbeiðseftirlitinum hevur arbeitt við umhvørvi og trygd, ætlar sær ikki at byggja upp eina oljuvinnu fyri einhvønn prís. Tí ætlar hann sær eisini at leggja stóran dent á júst hesi økini av eini komandi oljuvinnu. Og her koma so royndirnar frá Arbeiðseftirlitinum honum til hjálpar.

Hann er nevniliga sannførdur um, at tað eru væl brúktir pengar, sum fara til at seta trygdina og umhvørvisvernd í hásæti. Hetta snýr seg jú bæði um menniskju og eina eins livandi náttúru. Í hesum sambandi er hann spentur um tað samstarv, ið hevur tikið seg upp millum útlendsku oljufeløgini og føroyskar myndugleikar og sum hann nú skal til at umsita.

-Tað er greitt, at her verður nógv at taka hond í, og nú er at fara til verka leggur hann aftrat.


Í samljóð við fiskivinnuna

Fiskivinnan er høvuðsvinna okkara og fer at vera tað í framtíðini eisini. Ta sannroynd heldur nýggi oljumálaráðharrin ikki, at vit skulu undirmeta. Men vit mugu heldur ikki vera blind fyri at sanna, at oljuvinnan eisini kann gerast ein týðandi táttur í búskapi okkara.

-Tað vóni eg, men henda vinna má mennast við skili og verða samskipað við fiskivinnuna.

Í gjármorgunin hevði løgmaður sett teimum nýggju landsstýrisfólkunum stevnu í Tinganesi. Tá var eisini nýggi oljumálaráðharrin til steðar. Nú skal so pláss finnast til hansara og fyrisitingina, sum fer at taka sær av oljumálunum. Oljumálaráðharrin kemur at virka saman við Vinnumálaráðnum, sum Oljufyrisitingin er ein partur av. Tað er ógreitt, hvar henda fyrisitingin fer at verða í tí almenna bygnaðinum. Men tað frættist, at hon helst fer at vera í hølum á Bryggjubakka. Tvs. at talan er um at flyta Oljufyristingina úr grótbygninginum á Debesartrøð. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað.


Til Noregs

Ein av teimum fyrstu uppgávunum hjá nýggja oljumálaráðharranum verður at taka ímóti innbjóðing at vitja Oljunoreg saman við løgmanni. Stutt fyri valið segði norski forsætisráðharrin Kjeld Magne Bondevik við Sosialin, at hann eftir valið fór at bjóða løgmanni og einum møguligum føroyskum oljumálaráðharra at vitja í Noregi.