Herfyri segði Jan Dam, liðskipari hjá HB, í útvarpinum, at hann ikki var samdur við metingunum hjá fjølmiðlunum um, at HB í ár er favorittur til at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1990.
Øll vita, at kappingin enn er ung, og tað eru framvegis 45 stig at spæla um, men at HB er, um ikki greiður favorittur, so størsti favorittur, man lítil ivi vera um, nú havnarliðið sunnudagin vant burtur úr NSÍ í Runavík ? enntá uttan Jan Dam.
At ein av fyrstu fortreytunum hjá einum liði fyri veruliga at kunna gera seg galdandi í toppinum í fótbólti ? tað verið seg føroyskum sum útlendskum ? eru støðug úrslit, er einki at taka seg aftur í. Við hesi fortreytini fylgir eisini ein onnur fortreyt: Ein stórur og breiður hópur.
Gongdin í føroyskum fótbólti hevur seinastu árini verið tann, at tey sterku feløgini gerast sterkari, meðan tey veikaru, sum heldur ikki eru eins væl fyri fíggjarliga, gerast veikari. Hetta sæst best aftur í, at teir góðu spælararnir fara til tey góðu liðini. Við øðrum orðum gerast tey ríku ríkari og tey fátæku fátækari.
Fýra lið
Seinastu tvey-trý árini hava fýra lið myndað toppin í føroyskum fótbólti: GÍ, HB, B36 og KÍ. Og áðrenn landskappingin í ár byrjaði, vórðu hesi fýra liðini eisini mett sum tey, ið fóru at stríðast um FM-heitið í 1998.
Og ábendingarnar eru eisini longu har. HB er komið sera væl frá byrjanini við týdningarmiklum sigrum móti B36 og NSÍ. B36 er sum núverandi føroyameistari sjálvsagt at rokna millum favorittarnar, og eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan við tveimum torførum dystum móti HB og KÍ hava teir nú fingið ferð á. Tað sama hevur KÍ, sum vann á Tvøroyri og saman við HB er einasta ósigraða liðið eftir í kappingini.
Og so er tað GÍ, sum enn ikki rættiliga hevur livað upp til tað, fólk høvdu væntað av teimum, men eingin ivi er um, at gøtumenn fara at vera millum liðini, sum stríðast fyri heiðursmerkjum, hóast teir ikki liggja heilt so væl fyri í løtuni.
NSÍ vann tveir teir fyrstu dystirnar, men eftir avrikið móti HB fer ein at seta spurnartekin við, hvussu leingi teir klára at halda dampinum uppi. Liðið er framvegis ungt og vantar kanska enn júst tað seinasta, sum skal til.
Sumba líkist
einum niðurflytara
Tað er so smátt eisini farið at síggjast, at Sumba helst ikki fer at fáa langa livitíð í 1. deild. Har ger tað við støddini á hópinum seg aftur galdandi. Sumbingar hava ikki nógv fólk at taka av, og tað merkist beinanvegin, um ein ella tveir av stuðulsspælarunum fella frá. TB, sum saman við Sumba flutti upp úr 2. deild í fjør, er niðast í 1. deild eftir fyrstu trý umførini. Tvørámenn hava fingið eitt stig burtur úr ? á heimavølli móti VB. Síðani hava teir tapt tepurt móti HB og sunnudagin eisini móti KÍ. Hóast TB hevur eitt sindur meira av fólki enn Sumba, ger tað sama seg galdandi her. Um onkrir av teimum týdningarmiklu monnunum ikki kunnu vera við, er úrvalið at seta í staðin ikki so stórt.
Hvussu væl HB veruliga er fyri, og um GÍ veruliga ætlar sær at vera við, har tað hendir, fáa vit kanska eina góða ábending um komandi vikuskifti, tá gøtumenn skulu í Gundadal.
Um hesin dysturin endar við sigri til havnarliðið, mugu teir sigast at liggja sera væl fyri. So hava teir vunnið bæði B36 og GÍ umframt outsidararnar NSÍ. Samstundis kann tað fyri GÍ merkja, at munurin verður ov stórur. Hinvegin hevur GÍ fyrr víst (í 1995), at teir kunnu taka júst HB aftur, hóast munurin er stórur tíðliga í kappingini.
Hálvfinalur hósdagin
Áðrenn áhugaverda dystin í Gundadali komandi sunnudag, skulu fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið fáast av vegnum. Og hesir báðir dystirnir ? HB-B36 og KÍ-GÍ ? eru júst við teimum fýra liðunum, sum undan kappingini vórðu mett sum tey sterkastu, so her kann alt henda.
Annars er tað spell at staðfesta, at reyðu kortini longu nú eru meir ella minni gerandiskostur. Og harafturat eru tey flestu av teimum givin fyri ónollur heldur enn »verulig« fríspørk. Trý reyð kort vórðu givin í 1. deild hetta vikuskiftið, og tey vóru øll beinleiðis reyð: Eitt í Havn fyri at sparka mótstøðumann, eitt í Runavík fyri hevnisøku, og eitt á Tvøroyri fyri at geva mótstøðumanni albogan í andlitið. Ein keðilig gongd, sum sjálvandi skal revsast, men sum ikki er serliga fyrimyndarlig ella á nakran hátt tænir fótbóltsspælinum.
Men nú er fótbóltsárið so av álvara komið gongd, kvinnurnar eru farnar undir sína landskapping, og fyrsti landsdysturin ? móti Estlandi hósdagin 4. juni ? liggur hinumegin hornið.
Flestu liðini hava longu vant í fleiri mánaðir, og spælararnir eru væl fyri, nú altjóða avbjóðingarnar nærkast, bæði hjá landsliðunum og feløgunum, sum hava spælt seg út í europeisku kappingarnar í ár.
Vónandi vera úrslitini góð, og vónandi halda spælararnir sær tá frá ónollunum.