Danski studningurin til Grønlands (49,3 mia. kr.) og Føroyar (9,8 mia. kr.) í hesum tíðarskeiði er tá drigin frá (allar upphæddir eru umroknaðar til 1994-kr.) Keldurnar til upplýsingarnar í frágreiðingini hevur Carl Nolsøe fremst frá tíðarritinum »Military Balance«, Institute of Strategical Studies, London og frá almennum hagtølum.
Tað vildi her verið ov drúgvt at komið nærri inn á hesa frágreiðing, men nú ein »samsvarandi« grønlendsk kanning (ISIT) er í umbúning (sjá m.a. greinina hjá Jógvan Sundstein í Dimmalætting 26. apríl) hevði tað sjálvandi havt almennan áhuga, um okkara fjølmiðlar endurgóvu um ikki annað so ein samandrátt av umrøddu frágreiðing hjá Carl Nolsøe. Hon ber heitið »Norden for lov og ret« (I og II).
Sum skilst er nú komið í ljósmála, at tá tað í 50?unum var talan um eitt beinleiðis árligt endurgjald (frá Nato/USA) fyri støðirnar í Grønlandi og Føroyum (eins og rindað verður fyri Keflavík-støðina í Íslandi) vildi danska stjórnin heldur hava eina skipan, so Nato-kravið til limalondini um at nýta ein ávísan minstapart av bruttotjóðarúrtøkuni (GNP) til hernaðarendamál varð linkað samsvarandi.
Hetta ynski dana varð gingið á møti, og eydnaðist tað teimum á henda hátt meira og minni at fjala tann vinning (umleið 0,7-1% av bruttotjóðarúrtøkuni) teir høvdu av Nato-støðunum í Grønlandi og Føroyum.
Nevndi danski nettovinningur uppá 39,2 milliardir kr. fyri støðirnar í tíðarskeiðnum 1978/-92 var grundaður á eina sammeting við samsvarandi hollendsku hernaðarútreiðslurnar. Verður sammett við Noreg er talið 53,9 milliardir kr. Støðirnar í Grønlandi stava frá krígsárunum, meðan støðirnar í Føroyum eru frá miðskeiðis í 50?unum og eitt sindur seinni (Loranstøðin). Danski nettovinningurin tey 14 árini, ið Carl Nolsøe nýtir sum dømi, myndar sostatt bert ein part av samlaða vinningi dana uppá støðirnar fram til í dag. Alt í alt verður tað tí tilsamans møguliga talan um eitt 3-siffrað milliardatal roknað eftir dagsins krónuvirði!
Blokkstuðulin er og verður ein sovikoddi sama hvar hann kemur frá, og ætlanin mín her er tí sjálvandi ikki, at vit skulu krevja endurgjald fyri okkara part av danska risavinninginum uppá Nato. Hin vegin verður ein fullfíggjað uppgerð av ósemjunum millum bæði londini, at mytan um tann neyðars danska skattaborgaran, sum má bløða fyri síni norðuratlantisku hjálond, nú verður manað niður í jørðina einaferð med alla. Nevndu »Nato-tøl« eru óreingilig, og sýna at tá saman um kemur eru tað danir, ið kunnu takka síni hjálond fyri ein ikki óumvarðandi part av sínari egnu vælferð! ? Bankamálið er »peanuts« í mun til tann veruleika, ið her byrjar at grógva fram.
Neyvan nakrantíð áður (1993 kanska undantikið) hava donsku fjølmiðlarnir niðurgjørt føroyingar ? »fjalla-apurnar í Norðuratlantshavi« ? sum í hesum døgum. Kanska er tað einki at siga til, tá helst 2/3 av dønum ? Nyrup, Lykketoft, Jelved, Kirsten Jacobsen v.fl. fyri at takka ? eru mest sum púra sannførdir um, at stórur partur av tí skatti tey rinda fer til havnir, berghol og »sekssporet motorvej til Lars Tyndskids hønsehus« (Ekstrabladet) í Føroyum?
Stemplaðir sum skuldarreyvar og biddarar standa vit frustreraðir og máttleysir í øllum samráðingum á Christiansborg. Tað má ikki henda. Fremsta uppgávan hjá okkara nývalda landsstýri og ikki minst okkara umboðum á danatingi má tí vera, at gera »danska Palleba« púra greitt ? sláa tað inn við sjeytumma seymi, so tað rungar eftir ? hvør ið í veruleikanum skyldar hvørjum hvat. Avvarðandi danskir ráðharrar eru sjálvandi fullvitandi um hesi viðurskifti (Uffe Ellemann Jensen mest sum reypar beinleiðis av tí í síni bók »Din egen dag er kort«), so frá teimum mugu vit rokna við einum slutri fyri ein slatur.
Vit fáa onga veruliga uppgerð við danir, hóast kanska eitt sømulit úrslit í bankamálinum. Sannleikin um vinning dana uppá Nato-støðirnar er minst líka týdningarmikil og má fram í ljósið nú, skulu danir og føroyingar hava vónir um nakrantíð at kunna síggja hvønn annan í eyguni sum frælsar menniskjur. ? Tað má tí vera eitt fólkakrav til okkara nývalda landsstýri at hesin spurningurin verður tikin upp á fyrsta fundi við danir.
Í 600 ár hava vit bølt undir dana-bøgu. Nú er brostið fyri nev. Eftir stendur so at síggja um ungin veruliga hevur vilja at bróta seg út.
Tormóður Dahl