Forsetin í Ukraina, Valodymyr Zelenskij, er í Grikkalandi í dag fyri at gera avtalu um gassveiting.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Avtalan skal hjálpa til við at stuðla ukrainskum veitingum í einum vetri, tá Russland væntandi enn einaferð fer hart at skaða ukrainska undirstøðukervið.
Myndir vísa, at Zelensky tekur í hondina á grikska forsætisráðharranum, Kyriakos Mitsotakis, áðrenn fundin.
Seinast ukrainski forsetin vitjaði Grikkaland var í 2023.
Ein embætismaður sigur við tíðindastovuna Reuters, at semja er fingin í lag.
Tíðindini siga, at grikska gassfelagið Depa hevur gjørt avtalu við ukrainska Naftogaz um at veita amerikanskt LNG - t.e. flótandi jarðgass - til Ukraina frá desember 2025 til mars 2026.
Í oktober framdi Russland sítt størsta bumbuálop á ukrainsk gassverk síðani innrásin byrjaði í februar 2022.
Ritzau/AFP











