Føroysk sendirøð úrvald til altjóða framløgu í London

Nýggja føroyska sendirøðin Reyna úrvald til stóra altjóða framløgu í London

Finalistarnir til framløguátakið Drama Series Pitch á stóru undirhaldsráðstevnuni Content London í desembur mánaði eru nú kunngjørdir. Millum einans 8 úrvaldar verkætlanir út av fleiri enn 90 í uppskoti frá øllum heiminum er nýggja føroyska sendirøðin Reyna, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað.

 

Content London er ein av heimsins størstu ráðstevnum innan altjóða undirhaldsvinnuna, og framløguátakið Drama Series Pitch er ein serstakur sýnisgluggi fyri úrvaldar fiktiónsverkætlanir, sum her kunnu leggja fram fyri altjóða íleggjarum og samstarvsfeløgum.

 

Framløgan verður týsdagin 2. desembur fyri fjølbroyttum umboðum fyri altjóða vinnuna, harímillum rásir, stroymingtænastur, sølufyritøkur og framleiðarar. Ein altjóða dómaranevnd velur somuleiðis ein vinnara, ið fær £30.000 í virðisløn at nýta til víðari marknaðarføring av verkætlanini.

 

##med2##

 

“Røðin byggir á eitt tríverk hjá bretska rithøvundanum Chris Ould, men tekur afturat bókunum eisini íblástur úr føroyskari ættfrøði og ílegugransking. Dramatiska drívmegin í røðini snýr seg um serføroyska spurningin: hvør eigur teg,” greiðir Torfinnur Jákupsson, høvundur og framleiðari, frá.

 

“Stílurin samantvinnir bretska og norðurlendska krimisiðvenju, men lyftir føroyska samleikan fram sum tað, ið gevur søguni sín serliga tóna og sítt serstaka huglag.”

 


##med3##Í stuttum fylgir søgan bretska detektivinum Jan Reyna, ið eftir eitt ógvusligt álop á pápa sín treyðugt vendir aftur til heimlandið Føroyar, ið móðir hansara rýmdi frá við honum í føvninginum, tá hann var bert trý ára gamal. Tað, sum byrjar við eini familjukreppu og einum duldarfullum kriminalmáli, verður skjótt ein persónlig jagstran eftir sannleikanum, ið egna familja hansara hevur roynt at grava niður - áðrenn skakandi avdúkingina, at Reyna er sjálvur ein týðandi partur av loyndarmálinum.

 

Torfinnur hevur staðið fyri menningini av røðini saman við bretska samframleiðaranum Benjamin McGrath. Røðin verður framleidd av GRÓ Studios í Føroyum saman við bretska felagnum Red Herring Story í London.

 


##med4##

 

“At ein slík føroysk røð verður vald millum fleiri enn 90 aðrar frá øllum heiminum staðfestir, at føroysk filmsvinna ikki bert er vorðin sjónlig á altjóða pallinum, men eisini er kappingarfør í einum sera hørðum marknaði, sum er í støðugari broyting,” metir Torfinnur.

 

“Tað er dømi um, hvussu staðbundin samleiki og altjóða samframleiðsla kunnu virka væl saman. At siga stórar søgur úr smáum støðum er frymilin, ið eg arbeiði nógv eftir. Tað hongur eisini saman við, hvussu vit kunnu framleiða dygdargott drama burðardygt og í eini príslegu, sum hóskar seg til altjóða vinnuna, sum hon er í dag.”

 

Framleiðslan sjálv verður løgd til rættis eftir eini skipan, sum veitir bæði kreativt og fíggjarligt rásarúm. Hann leggur afturat, at júst stóru broytingarnar í altjóða vinnuni í dag skapa nýggjar møguleikar fyri smátjóðir og smærri óroynd øki sum Føroyar.

 


##med5##“Altjóða films- og sjónvarpsvinnan upplivir í dag eitt grundleggjandi tektoniskt skifti, m.a. orsakað av vitlíki, men eisini einum ov stórum útboði seinastu árini og samanlegging millum fleiri stórfyritøkur. Sum heild verður minni framleitt í dag, og tað, sum verður framleitt, skal helst framleiðast bíligari enn áður. Hetta hevur gjørt tað trupult fyri mong sjálvstøðug at yvirliva í vinnuni, men fyri okkum er tað eisini ein møguleiki. Við einum skynsomum kostnaðarstigi og einum serstøkum søguuniversið, eins og vit prógvaðu við TROM, so kunnu vit kappast beinleiðis við tey stóru londini úti í heimi. Tað er onki, sum forðar Føroyum í at vera ein týðandi viðleikari, har okkara samleiki og serstøku føroysku fortreytir eru ein styrki heldur enn veikleiki.”

 

Sendirøðin Reyna er nú á øðrum menningarstigi, og málið er at hava fingið høvuðsfígging og samstarvsfelagar, harímillum høvuðsleikarar, í hús næsta ár. Fyrstu forsølutilboð eru longu á borðinum.

 

“Hjá føroysku filmsvinnuni er úrvalið til slík átøk eitt týðandi stig fyri at tryggja varandi samstarv við útlendskar pallar og íleggjarar, men um somu tíð er týðandi at varðveita okkara kreativa sjálvsavgerðarrætt. Ikki bert við atliti til hesa verkætlanina, men eisini fleiri aðrar, sum eru í virknari menning, og við atliti til framtíðina hjá føroyskari filmsvinnu sum heild,” undirstrikar Torfinnur.

 


##med6##

 

“Tað er lykilin til at byggja eina varandi og burðardygga filmsvinnu í Føroyum. Og tað er eisini í hesum høpi, at føroysk fígging og stuðul hevur so ómetaliga nógv at siga og ger stóran mun í samráðingunum uttanlands. Vit skulu ikki bert útflyta okkara samleika og okkara føroysku søgur. Vit skulu menna tær, eiga tær, framleiða tær og selja tær sjálvi eftir egnum fortreytum. Á sama hátt sum við okkara náttúrutilfeingi. Annars byggja vit ikki eina burðardygga vinnu, sum varir.”

 

Afturat eginfígging er verandi menning av sendirøðini Reyna stuðlað av Filmsgrunninum, Mentanargrunni Landsins, Eysturkommunu og Betri Stuðul.

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##