Klaksvíkingar sluppu sera væl frá torføra útidystinum á Tvøroyri, sum teir vunnu uppiborið 3-1.
Sum so var einki at seta á KÍ-sigurin, hóast TB-verjan má taka okkurt av málunum á sínar herðar.
Tað gekk javnt á, men tá eitt korter var spælt, skoraði Rógvi Jacobsen í sínum næsta 1. deildardysti á rað.
Næstseinasta sunnudagin skeyt hann útjavnandi málið fyri KÍ móti B36, og hesa ferð legði hann klaksvíkingar á odda við einum langskoti nakað uttan fyri brotsteigin.
Eftir innleiðandi málið legði TB trýst á, og bæði stong og tvørliggjari bjargaðu KÍ í einum av TB-álopunum. Men teir bláu úr Norðoyggjum vóru heldur ikki vandaleysir, og serliga Arnold Joensen á miðjuni var væl fyri.
Tað skuldi brotsspark í yvirtíð til hjá TB at fáa útjavnandi málið, teir høvdu trýst fyri at fáa. Alexander Radosavljevic fekk knappliga gott rásarúm, men varð feldur inni í brotsteiginum. Óli Johannesen javnaði upp á brotssparkið, og so var hálvleikurin liðugur.
Tíðliga í seinna hálvleiki var Óli Johannesen nær við at geva heimaliðnum leiðsluna, men harða skotið hjá honum rakti á Kurt Mørkøre og hótti sostatt ikki Gunnar á Steig í KÍ-málinum.
Harley til 2-1
Stutt seinni gjørdi Harley Bertholdsen besta málið í dystinum, men tað var ikki uttan góða hjálp frá TB-verjuni.
Bólturin var á veg út um baklinjuna. Ein TB-leikari fylgdi honum og ætlaði at skerma hann av út til málspark, men ein klaksvíkingur slapp ímillum og prikaði hann útfrá aftur. Har kom Harley Bertholdsen, sum smekkaði til, og Magni Hentze hevði ongan livandi kjans at taka bóltin, sum endaði heilt uppi í málhorninum.
Hetta málið knekkaði TB, sum ikki kom í gongd aftur. Í staðin bleiv tað til nógvar ónollur frá báðum pørtum, og tað endaði við, at Alexander Radosavljevic varð rikin av vølli fyri at geva einum klaksvíkingi albogan í andlitið.
Nú vóru tvørámenn av álvara skerdir, men hjá teimum var einki annað at gera enn at koyra alt fólkið fram í eini roynd at koma upp á 2-2 og fáa okkurt burtur úr dystinum.
Tað elvdi eisini til glopp í hinum endanum av vøllinum, og tað var eitt sovorðið, Olgar Danielsen, sum stutt frammanundan var komin inn í KÍ-álopið fyri Zoran Mancic, gjørdi sær dælt av, tá nakrir fáir minuttir vóru eftir av dystinum. 3-1 til KÍ, og slagið var tapt hjá TB.
Vit taka tað róligt
Men hóast teir taptu slagið, er kríggið hinvegin júst byrjað, og hóast liðið av Tvøroyri nú liggur niðast, er eingin orsøk til fjáltur á Sevmýri.
? Tað eru nógvir dystir eftir at spæla. Vit hava spælt upp móti HB og gjørdu tað eisini móti KÍ. Hesi bæði liðini verða roknað millum FM-favorittarnar, so tað er eingin katastrofa. Vit taka tað eisini heilt róligt, sigur Pól F. Joensen, liðskipari hjá TB.
Tórður Holm við aftur
Av góðu tíðindunum hjá tvørámonnum í dystinum móti KÍ var, at Tórður Holm aftur var at síggja í dysti fyri fyrstu ferð í langa tíð. Fyrrverandi liðskiparin breyt beinið í fjør, men hevur nú vant í ein góðan mánað, og tað verður góður styrkur hjá TB, um hann veruliga kemur fyri seg aftur, sum árið líður.
KÍ-ararnir kundu væl nøgdir fara langa túrin norður aftur til Klaksvíkar. Eftir tveir javnleikir fingu teir hesa ferð øll trý stigini, og nú vóna teir, at ferð fer at koma á, so munurin upp til HB ikki fer at vaksa enn meira komandi sunnudagarnar.