Tað var soleiðis, at annaðhvørt ár varð farið til Hetlands og teir komu at vitja hjá okkum.
Hetta hevur verið ein afturvendandi hending líka síðan T.B. fyrstu ferð í august 1956 var sína fyrstu ferð har.
Nógv er broytt og nógv av teimum, sum vóru við á fyrstu ferð T.B., tey eru farin, og væl eisini nógvir av okkara vinum í Hetlandi. Men lívið stendur ikki í stað, og tey vinabond, sum vórðu knýtt tá, eru framvegis har, eld men ikki slitin.
Byrjanin til hesa afturvendandi vitjan var ferð T.B.s í 1956 og hetta sambandið hevur so verið hildið við líka við, at feløgini við sínum fótbóltsliðum vitjaðu hvønn annan, og uttan iva hevði hetta verið hildið fram, men broytingar í ferðasambandinum førdu við sær, at hetta datt niður fyri, so steðgur kom í hesa sera gevandi ítróttarsamvinnu. Men nú tykjast henda broytingar, sum kunnu føra við sær, at aftur verður møguleiki at binda saman og knýta nýggj vinabond.
Nú Norrøna aftur fer at sigla upp á Hetland, verður aftur møguleiki at binda saman aftur tað, sum var slitið.
Um áhugi verður fyri hesum er ætlanin at skipa fyri einari ferð til Hetland til heystar, soleiðis at vinabondini aftur verða bundin saman. Tað er ætlanin at fáa øll tey, sum gjøgnum árini hava verið á fótbóltsferð við T.B. í Hetlandi, at koma á fund og um áhugi verður fyri hesum verður skipað fyri einari fótbóltsferð til Hetlands.
Tað verður ein ferð fyri tey og teir gomlu, og so verður eisini tikið við á somu ferð fótbóltslið, sum er aktit í dag, soleiðis at teir kunnu knýta vinabond
Fundurin um hesi viðurskifti verður í næstum.
Sverre Midjord