Anfinn Kallsberg!

Tillukku við løgmansstarvinum! Eg ynski tær bestu ynskir framyvir

Anfinn Kallsberg!

Tygum og serliga persónurin Anfinn Kallsberg kann gjøgnumføra í verki, tað sum higartil hevur ligið í túninum og meira ella minni svansa til av donskum lógarkompleksum, sum onki hava við Føroyar og føroyska umsiting at gera.

Vit hava hesi seinastu nógvu árini fingið nógvar bókamenn og bókakvinnur til Føroyar, flest øll sprottin úr donskum lærustovnum. Hetta eru ung og óroynd fólk og kenna ikki annað enn donsku læru-bókina. Flestu eru borin til vælferð og lættkeypta útbúgving.

Hesi hava ongantíð følt á kroppin kargu árini í (1920-1950) 60-70unum og eg skal verða seinastur at fokusera hesi ár. Hesi ár vórðu eitt serligt tíðarskeið í sjálvstýris strembanini at gerast meira frælsur.

Føddur og uppvaksin í Sandavági - kend fyri at verða sjálvstýrisbygd - merkist andin av strembanini eftir at klára seg sjálvan. 10 ára gamal gjørdi tú línu og setti húkar á, lurtaði eftir Tórshavnar Radio og stóð klárur tá bátarnir komu inn.


Nú er broytt!

Unga fólkið, borið í heim í 60 og 70 árinum, upplivdi ikki ónærisliga fiskiumhvørvið við svikaligum inntøkum og ofta kørgum fiskiveðri. Vaktir og arbeiðsdagur upp til 80-100 tímar um vikuna tosaði ongin um. Hetta vórðu kvinnur og menn, sum løgdu lunnar undir liviligu korðunum í 60unum. Mammur og smágentur vaskaðu fisk og tóku til alt fyrivallandi fiskaarbeiði.

Børn okkara hava aðra uppfatan av, at verða føddur í Føroyum. Unga fólkið hevur annað og fyri okkum eina nýggj ahugmynd um framtíðina. At arbeiða á Snarfrost, Bacalao, Nykur v.m. er ikki »in«. Tað er kalt og vátt. Lagaligari er at seta seg á danskan skúlabonk.

At mynstra umborð á fiskiskipi er ikki populert ella verður millum ungdóm mett sum eitt annaklassa jobb.


Danska umsitingin!

Vit eru fegin um, at nøkur av teimum, sum vit sendu til Danmarkar at lesa koma aftur, men vit ørkymlast av, at danskar fyrisitingar-reglur ókritiskt verða settar í verk í Føroyum eftir donskum leisti. Hesi okkara ungfólk tykist mær hava ikki fatað uppgávuna at umseta sína bókligu útbúgving til í verki at virka í Føroyum, sum ikki er eitt landbrúksland og ikki limur í ES, men ein einfald og gomul fiskivinnutjóð.

Tað vórðu ikki og verða aldri tey serligu (tey útvaldu), sum ikki vistu sær annað enn at ganga á donskum universitetum í besta aldri, sum koma at bera ætlaðu loysingina. Tað verða vit løgmaður, tú og eg, sum hava livað og baksast á oyggjunum bæði í mótgongd og viðgongd seinastu 40 árini og pápar og mammur okkara undan okkum, sum slóðaðu veg í torførum tíðum.

Vit hava fingið ein fremmandan almennan danskan bygnað, sum onki ella lítið hevur við eina fiskivinnutjóð at gera.

40% av teimum sum koyra í flottastu bilunum og sita fremst í flogfarinum fáa sína løn frá landskassanum og hava onki við fiskivinnuna ella annað prduktivt virki at gera í samfelagnum. Stórur partur av hesum fólkum gongur vip pappíri og mappum frá einum skriviborði til annað. Tey sum ikki eru at hitta eru uttanlanda ella til kursus ella avspasera. Skalt tú hava fatur í onkrum, so eru tey til kaffi ella sita á fundi. Alla virðing fyri einum góðum kaffimunni. Men?? Men mánaðarlønin hon er har til tíðina.


Føroyska umsiting!

Harra løgmaður! 43.000 menniskju. 1800 kvadrat kilometrar. 3000 túsund alment løntir persónar, sum fáa sína løn frá inngoldnum skatti frá vanliga fiski/arbeiðsmanninum.

3000 túsund føroyingar á almenna lønarlistanum til at eftirkanna og halda skil á 43.000 føroyingum.

Eg var ein av mongum sum átti flyta av landinum fyrst í 90unum.

Allar heimsins skúlabøkur kunnu ikki og gera tað heldur ikki, umbera ein almennan bygnað í eini fiskivinnutjóð, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini.

Tað kann ikki verða rætt, at vit skulu hava nærum helmingin av vaksna fólkinum sitandi í almennum størvum og meira ella minni kontrollera hvønn annan og annars bera dokumentpappír frá einum borði til annað. Hevur tú brúk fyri mappunum, so hevur onkur mist tær burtur ella ongin veit hvar tær eru.


Mína fullu uppbakking!

Eg skal við hesum orðum inniliga heita á tygum - og eg veit at tygum kunnu inna hetta í verki - rætta kósina, sum hevur verið stýrd seinastu 4 árini, har umsiting er fleirfaldað. Tygum kunnu broyta hesa skeivu gongdina til meira at verða í tráð við eina føroyska umsiting. So kemur eisini loysingar hugurin at verða meira staðfestur.

Eg skal annar synskja tær og landstýrismanningini eina góða eydnu. Spell at ikki Sambandsflokkurin tevjaði upp í sjálvstýrislotið og broytti kós. Sjálvur havi eg tikið støðu. Og erliga tosað, so haldi eg at hetta er spennandi at vit fáa eina frælsari Føroyar.


Vinarliga

Jørmund Vágadal