Ein blaðteknari er týdningarmesta andarholið hjá øllum ávísum. Soleiðis sigur Erik Eisenberg, blaðmaður, í eini grein um satirikaran og blaðteknaran á Sosialinum, Óla Petersen í grein í Jyllands-Posten týsdagin.
Teim flestu lesarunum dámar væl satiriskar tekningar, har politikarar og aðrir kendir persónar verða argaðir og hildnir fyri gjøldur fyri teirra býttleikar. Øll tey stóru donsku bløðini hava ein og teir hava fingið danir at flenna í ártíggju at politikarum, men ikki minst at teim sjálvum.
Í Føroyum er Óli Petersen tann einasti. Nógvir lesarar kasta seg yvir tekningar hansara á baksíðuni á Sosialinum. Og sambært skoðsmálinum, hann fær frá fólki í Føroyum í týdningarmiklum størvum, hevur Óli P. eitt ótrúligt innlit í føroyska samfelagið.
? Hann er ógvuliga gløggur, sigur Vibeke Larsen, ríksiumboðsmaður.
? Hann spælir sama leiklut í Føroyum, sum tann lítli drongurin í Nýggju klæðum keisarans. Ein tekning hjá Óla avdúkar meiri enn 100 dómarakanningar, eru rósandi orðini hjá Jørn Astrup Hansen um Óla P.
Eisini fyrrverandi leiðarin í flokkinum Vinstra, Uffe Elleman Jensen, dámar væl tekningar Óla og hann hevur sent honum persónligar heilsanir sum tøkk fyri at fáa politisku andlitsbrøgd síni avskeplað.
Torir meðan onnur tiga
Óli torir og dugir væl at provokera. Myndin av meiniga føroyinginum, Palleba um ein vil, er ikki fyri sartar sálir. Tað er altíð tann ógvuliga hjólbeinti maðurin við einum húðaskógvi á høvdinum og við góðvarnum dreymum um sjálvstýri og ríkidømi.
Finnbogi Ísakson er ein teirra Óli yndar at tekna, og spurdur, hvat Finnbogi heldur um tekningar Óla, sigur hann:
? Óli er seinni árini vorðin alt ov sambandsvinarligur. Úrslitið er, at satiran hevur mist sína styrki, sigur Finnbogi álvarsamur.
Tjóðveldis- og loysingarfólk eru mangan motiv í tekningunum hjá Óla. Á myndunum sigla tey runt í eini søkkandi skútu, sum hevur rivið seg leysa á opnum havi. Og út frá teimum er ikki ringt at gita, hvar Óli er staddur politiskt.
? Tað er rætt, at eg eri kritiskur yvir fyri hesum ?superføroyingunum?, sum ganga inn fyri at kvetta øll bond til Danmarkar. Tað hevði verið ein álvarsom amputasjón, sigur Óli, sum annars er giftur danskari kvinnu.
Men er hann kritiskur mótvegis loysingarføroyingum, fer hann ikki betri við dønum. Karikaturtekningar hansara av Nyrup, sum biður søkkandi skútuna hjá Edmundi stevna móti einum bleikum og óhugnaligum Peter Straarup frá Den Danske Bank skilja allir danir ? og eru á sama stigi sum tekningar hjá donskum teknarum.
Hugskot
Óli Petersen er upprunaliga skipskonstruktørur og arbeiddi í nógv ár á teknistovuni á Skála Skipasmiðju. Tá ið skipasmiðjan læt aftur í 1989, byrjaði hann at gera meir við frítíðarítriv sítt, nevniliga at tekna til ávís endamál.
? Mær hevur altíð dámað væl karikaturtekningar, so eg beyð blaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller, at gera tekningar til blaðið, minnist Óli.
Síðani tá hevur Óli sitið heima á Skála og teknað. Hugskotini fær hann sjálvur ella í samrøðu við blaðstjóran. Men tað skal helst vera í sambandi við eitthvørt ?sum hendi ígjár?, so at øll kunnu fylgja við. Á hvørjum ári verða tekningarnar hjá Óli sýndar fram í sambandi við útgávuna av árbókini Skemt.