Eitt víðkað landsstýri av berum klandri

­ Hetta Landsstýri fekk ótrúðliga vánaliga byrjan. Tað hevði verið óhoyrt um ein privatfyritøka hækkaði leiðsluna, bert tí at hon ikki kundi semjast, sigur Jenis av Rana, sum ikki spáar samgonguni langa livitíð

Hóast Jenis av Rana peikaði á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara, slapp Miðflokkurin ikki upp í part, tá samgongan skuldi skipast.

Hann heldur annars, at tað hevði verið gagnligt fyri flokkin, um hann eisini var við, tí so kundi Miðflokkurin tvífalda umboðanina á Ting. Hetta sigur hann skemtandi og ikki sørt speirekandi.

­ Hetta er ótrúliga vánalig byrjan, at tað hevur verið neyðugt at víðka landsstýrið við tveimum limum, hóast nýggji bygnaðurin er gjørdur til seks landsstýrisumboð, sigur Jenis av Rana.

Hann sammetir við privata arbeiðsmarknaðin, og heldur, at tað hevði verið óhoyrt, um ein privatfyritøka hevði víðkað um leiðsluna, bert tí at hon var ósamd.

­ Sum eg skilji hetta, so er Landsstýrið víðkað við 30 pst. orskað av klandri. Umframt tað, so er Høgni Hoydal settur í starv hjá Anfinni Kallsberg, og hevur fingið eitt málsøki, sum er skræddaraseymað til hansara.


Ivasamt um Høgni sleppur til arbeiðis

­ Spurningruin er, um Høgni Hoydal nakrantíð sleppur til arbeiðis, av tí at vit fyrst fáa sjálvstýri um tvey ár. Ivasamt er eisini, um fólk tá fara at taka undir við sjálvstýrisuppskotinum til ta tíð, sigur Jenis av Rana.

Hann skilir ikki at tað skal vera neyðugt at skipa oljumál sum øki fyri seg, av tí at oljuvinnan ikki er aktuel í løtuni.

­ Tað er týðiligt at hesi bæði málsøki eru komin aftrat, fyri at fáa partarnar at góðtaka samgonguskjalið. Tað kunnu teir ikki loyva sær, sigur Jenis av Rana.


Anfinn og Helena

Um leiklutin hjá Sjálvstýrisflokkium, sum er kjarnin í samgongusamansetingini, sigur Jenis av Rana, at spurningurin er um Anfinn Kallsberg keypti Helenu Dam á Neystabø, við at játta henni tveir landsstýrismenn, áðrenn farið var undir at samráðast.

­ Tað var frá byrjanini umráðandi hjá persóninum, sum fekk samráðingarleiðsluna, at læsa Sjálvstýrisflokkin fastan, fyri at hann ikki skuldi fara í bólk við hinum flokkunum, og tí hevur Helena Dam á Neystabø verið kvik at peika á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara,sigur Jenis av Rana.


Óítøkiligt skjal

Um samgonguskjalið sigur tingmaðurin, at hann kann góðtaka 1. síðu í skjalinum, men at hinar síðurnar i skjalinum bert eru breiðar og óítøkiligar orðingar og tilsøgnir.

­ Hatta samgonguskjalið kundi ein og hvør skrivað, og hetta vilja føroyingar neyvan taka undir við.

­ Um vit t.d. taka fiskivinnumál, so stendur í samgonguskjalinum um kvotur, friðað økir, umsetiligheit og fiskidagar.

­ Her er alt tikið við, og so kunnu partarnir trætast um tað aftaná. Somuleiðis um Strandferðsluna, sum skal halda fram at mennast. T.d. verður sagt, at suðuroyarsiglingin skal dagførast. Hvussu skal tað skiljast?

Jenis av Rana væntar ikki, at tað fer at gangast væl. Bert tað at samgonguskjalið er so breitt, borgar fyri at hon ikki fær langa livitíð.

­ Ístaðinfyri at fáa semju í samgonguskjalinum hava teir klandrast um landsstýrissessirnar.

­ Tað er eisini ein spurningur, hvat hendir við Tjóðveldisflokkinum, um Føroya fólk ikki taka undir við við fólkaatkvøðuni um loysing. Um hetta málið fellur, sum flokkurin hevur grundað allan sín politikk á, verður torført hjá teimum at liva við tí, sigur Jenis av Rana.

­ Hvønn leiklut fær tú komandi fýra árini, sum einsamalt umboð í tinginum?

­ Eg skal vera á varðhaldi. Tað verður eisini neyðugt, tá t.d. hugsað verður um støðuna í heilsuverkinum, sum nú liggur í skeljasori, sigur Jenis av Rana.