um vit høvdu komið til nakra semju, men fyri tað ger uppskotið til Stjórnarskipan Føroya ikki mun á manni ella kvinnu, sjálvt innløgurættindini eru vend móti báðum kynunum. Fyri ikki at taka breyði úr munnunum [...] fyri at verða boðin til at siga nøkur orð á kvinnudegnum 8. mars. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg havi verið uppi í haldinum av kvinnudegnum, tí fyri mongum árum síðani var eg við til at gera eina siðsøguliga [...] at kalla formur og ikki so nógv praksis, tá praksis kann av góðum grundum ikki verða tala um, fyrr enn stjórnarskipanin er sett í gildi. Tað er mín innasta vón at hon verður tað um ikki so langa tíð. Uppskot
út til borgaran, til vinnuna, til tann alment setta, til mammuna, til pápan, til okkum øll. Men løgmaður skal vita, at hevur hann rópt út til sítt fólk, so bindir hetta hansara atferð. Her er ikki spurningur [...] hevur ikki mong fordømi at vísa til. Stutt sagt eru ikki nógvar einfaldar loysnir til spurningin um, hvat ein samgonga kann gera til tess at gera sítt til vinnuligan framburð anno 2004. At tað ber til at [...] tøkt, so ber ikki til. Er fíggingin ríkilig, tá ber so mangt til - eina tíð. Men uppá sikt ber illa til at byggja land við fígging og reglum eina. Gongdin 1998-2003 Venda vit aftur til gongdina síðani 1998
og finna okkurt vakurt listaverk. Men tað vildi leiðslan ikki, sum frá byrjan hevði sett sær fyri, at prýðingin skuldi verða gjørd serstakliga til hendan bygningin, sum ein partur av samleikanum hjá sjú [...] skitsuni Saman við arkitektinum Árna Winther, leitaði leiðslan sær ráð hjá Føroya Listasavni, um hvat slag av prýðing hóskaði best til hølið Valið fall rættiliga skjótt og natúrliga á Edward Fuglø. Bæði [...] stíl hóska væl til rúmið, sigur Poul Geert Hansen, sum saman við bygginevndini tók av fyrst uppskotinum, sum listamaðurin kom við. Tað var ein lítil skitsa av Nornur , sum stórt sæð ikki er broytt síðani
Sparikassin so til móttøku fyri teimum báðum nýggju stjórunum. Nógv fólk var komið saman fyri at heilsa uppá og ynskja teimum góða eyndu í nýggja starvinum, og millum teirra sum nýttu høvið til at heilsa uppá [...] teir báðar, vóru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar. Um teir hava givið teimum góð ráð vita vit kortini ikki ... [...] farin frá sum forstjóri av heilsuávum og í hansara stað var Marner Jacobsen settur. Marner Jacobsen er ikki ókent andlit í Sparikassanum, hann hevur verið í starvi har í fleiri ár, og hann tók við starvinum
gomlu og veiku borgarar. Tí peika søgurnar um tey gomlu, sum samfelagið ikki hevur ráð til at fáa upp úr songini um morgunin og geva ein virðiligan gerandisdag, beint á landsstýriskvinnuna. Og tað kann sum [...] rætta kós. Tað svarið kunnu vit bara ikki brúka til so nógv. Føroyska samfelagið hevur skyldu at taka sær av okkara eldru og veiku borgarum. Tann ábyrgdin kann ikki turkast av uppá eitt stjóraskifti. Og [...] skerd tilboð til okkara gomlu enda í síðsta enda á borðinum hjá landsstýriskvinnuni. Annika Olsen umboðar samgonguna, og samgongan hevur gjørt av, hvussu nógvar pengar samfelagið skal brúka til okkara gomlu
seg til tols við ein fyribils bústað, sum er ein flóttafólkalega. Um tey koma heimaftur, tað vita tey ikki, men vónin er har. Hesi í blikkskúrunum ella í flóttafólkalegunum kunnu ikki fara [...] ein banka at lána til eitt nýtt heim ella til at keypa eitt gamalt hús, nei, tey eru fangar í egnum landi. Niðurstøðan er, at hesi fólk hava tak yvir høvdið, men tey hava ikki sjálvi valt sítt heim [...] vit komin hartil? Ja, hví eru vit komin hartil? - tað komi eg aftur til. «Í 1950- og 60-unum høvdu politikarar visiónir». Soleiðis tók pápi mín ofta til. Hann segði, at fólkapensjónin kom eftir
uppílegging, fer hann at laga seg til stovnarnar. Tvs., at hann fer at minka so at meiri verður í part til hvørt skipi, so at flotin fer at kasta so mikið av sær, at hann fær ráð til nýíløgur. Men hesum ivast [...] síggja út. Ikki bara tey sterkastu Í nýggjastu frágreiðingini siga búskaparfrøðingarnir, at útlitini í fiskivinnuni eru døpur, tí at skipini klára ikki at forrenta nýíløgur. Samstundis mæla teir til, at studningur [...] skipini, sum fara við at kalla øllum studninginum. ?Og av tí, at politikararnir ikki samstundis hava megnað at tikið støðu til, hvussu flotin skal vera samansettur, er hann sloppin at vaksa seg ov stóran
ina. Ber ikki til at koma dopingini til lívs Kjakið um umfatandi dopingtrupulleikan kom í hæddina hesir dagarnar í vetrarkalda Lausanne. Øll heimsins eygu vóru vend móti ráðstevnuni, sum ikki kláraði at [...] hoyrir við til elituítróttin, vit kunnu als ikki krevja reinleika har. Elituítróttur snýr seg ikki um heilsu, hann snýr seg um at vinna fyri ein hvønn prís, og tí nýta ítróttarfólk øll ráð fyri at vinna [...] nýggjan eftirlitsstovn og harðar revsingar til tey seku, vóru nøkur av uppskotunum, og tað varð lagt upp til, at niðurstøðan av ráðstevnuni skuldi senda eini greið boð til øll um, at nú skuldi dopingini fáa mótstøðu
helt ikki at Run to You var rætti sangurin at syngja í finaluni. Hon vildi helst havt sungið Imagine, men av tí at hesin sangurin er á fløguni, hon júst hevur latið úr hondum, bar hetta ikki til. Hon segði [...] at hesa ferð mátti tað verða ein dani sum vann. Fyrstu sigurin fór jú til James Samson úr USA, annar fór til Guðruna og tann triði til Gunnar, sum jú eisini er ein okkara. Samanumtikið má sigast at støðið [...] óvantað, at hon ikki varð millum trý tey fremstu, og kanska óskiljandi fyri fleiri okkara, sum hava fylgt við í gongd Guðrunar. Men soleiðis eru treytirnar í kappingum, sjálvt um vit ikki altíð seta sang
harðskapin. Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur móti kvinnum er størsta einstaka orsøkin til deyða ella avlamni hjá evropiskum kvinnum í aldursbólkinum 16 til 44 ár. Fleiri kvinnur doyggja [...] apir – hava ábyrgdina av at taka stig til at steðga harðskapinum og bøta um tann skaða og tær líðingar, hann er atvoldin til. Harðskapur móti kvinnum er ikki bert eitt brotsverk, men eisini eitt brot [...] onki, ið bendir á, at Føroyar er nakað undantak Ábyrgd Harðskapur móti kvinnum er ikki ”natúrligur” ella nakað »sum ikki slepst undan«. Harðskapur eigur ongantíð at góðtakast, tolast ella rættvísgerast