Stinga høvdið í sandin í tosinum um studning

?Tað er heilt burturvið tá ið búskaparfrøðingar siga, at politikarar mugu halda uppat at blanda seg uppí, hvussu fiskiflotin skal síggja út. Tí veruleikin er, at tað er nettupp tað, vit hava gjørt alt ov lítið av, sigur Heini O. Heinesen

-Tað almenna eigur ikki framhaldandi at leggja sg út í, hvussu flotin skal vera samansettur.......

-Hesi orðini í seinastufrágreiðingini, sum Búskaparráðið almannakunngjørdi í farnu viku, hevur loypt misnøgd i formannin í vinnunevnd løgtingsins, Heina O. Heinesen.

Tí tað er hann grundleggjandi ósamdur í.

?Ein høvuðsorsøk til trupulleikarnar í fiskivinnuni eru nettupp tann, at politikarar hava blandað seg alt ov lítið upp í, hvussu fiskiflotin skal siggja út, sigur hann.

Hann sigur, ein tann størsti feilurin, sum politikararnir hava gjørt, er, at teir hava ongantíð megnað at skorið ígjøgnum og sagt, hvussu fiskiflotin undir Føroyum skal vera samansettur.

?Ístaðin hava politikararnir fyrilitaleyst oyst studning í flotan.

? Og tað hevur gjørt, at vit hava fingið ein flota, sum er ov stórur og sum er skeivt samansettur, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Heini O. Heinesen sigur, at hann er samdur við búskaparfrøðingarnar í, at politikararnir hava ávirkað skipatalið við studninginum.

? Men fyri tað, hava vit lagt okkum alt ov lítið út í, hvussu flotin skal vera samansettur.

?Samstundis vísir tað seg, at tað eru tey størstu, dýrastu og effektivastu skipini, sum fara við at kalla øllum studninginum.

?Og av tí, at politikararnir ikki samstundis hava megnað at tikið støðu til, hvussu flotin skal vera samansettur, er hann sloppin at vaksa seg ov stóran.

Formaðurin í vinnunevndini leggur afturat, at tað, sum framhaldandi hevur stóran týdning, er, at politikarar skera ígjøgnum og taka eina greiða avgerð um, hvussu fiskiflotin skal síggja út.


Ikki bara tey sterkastu

Í nýggjastu frágreiðingini siga búskaparfrøðingarnir, at útlitini í fiskivinnuni eru døpur, tí at skipini klára ikki at forrenta nýíløgur.

Samstundis mæla teir til, at studningur verður avtikin og at politikarar annars halda uppat at blanda seg uppi.

-Hetta er at stinga høvdið í sandin. Tí við slíkum úttalilsum hava teir givið forsprákunum fyri studningi tey best hugsandi kortini í hondina.

? Tað einasta teir fáa burturúr við slíkum úttalilsum er sostatt akkurát tað, sum teir ikki vilja hava.

?Tey, sum vilja hava studningin, siga, at tá ið sjálvt búskaparfrøðingarnir siga. at fiskiflotin ikki megnar at forrenta nýíløgur, vísir tað bara, hvussu neyðugt tað er við studningi.

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at tað, sum búskaparfrøðingar leggja upp til, er, at fiskivinnan skal sleppa at passa seg sjálv.

-Tvs, at ?frumskógarlógin? skal setast í gildi, har bara tann sterkasti yvirlivir.

-Men tað er als ikki vist, at hetta er tað besta fyri samfelagið. Vit verja ongar fiskastovnar við at lívga tey effektivastu skipini og at miðsavna tey á nøkrum heilt fáum hondum.

-Tvørturímóti eiga politikarar at stýra soleiðis, at tann effektivi parturin av flotanum verður skerdur, t.d. partrolararnir. Hinvegin eiga vit at styrkja tær bíligu eindirnar, t.d. húkaveeiðina, sum hvørki gera frá ella til hjá stovninum.

-Samstundis er tað alneyðugt at politikarar verja fiskastovnarnar við at friða øki.

? Sleppa vit tí málsetninginum, verður skjótt øskukalt aftur undir Føroyum.

Heini O. Heinesen sigur, at búskaparfrøðingarnir føra fram, at bara fiskiflotin sleppur undan almennari uppílegging, fer hann at laga seg til stovnarnar. Tvs., at hann fer at minka so at meiri verður í part til hvørt skipi, so at flotin fer at kasta so mikið av sær, at hann fær ráð til nýíløgur.

Men hesum ivast hann stórliga í.

-Eg ivist í, sum fiskiskapurin undir Føroyum hevði verið betri, enn hann hevur verið tey bæði seinastu árini, sama, hvussu væl tillagaður flotin var.

Hann sigur, at hetta minnir hann mest á eina hevndaratsókn ímóti tí veikara partinum av flotanum afturfyri at tann dýrari parturin ikki ber seg. Tí tað liggur alla tíðina í luftini, at tað, sum búskaparfrøðingarnir meina við, tá ið teir tosa um at laga fiskiflotan til, er at tað skulu vera stóru, effektivu skipini, sum mynda fiskiflotan.

Og tað ivast Heini O, Heinesen í, er tann besta loysnin fyri land og fólk.