Stjórin: Nornur  flott ímynd av sjúkrahúsinum

 Tað er altíð eitt ávíst sats, tá tú letur øðrum uppgávuna at prýða ein slíkan bygning. Men vit eru avbera væl nøgd, nu verkið er komið upp at hanga, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum, Poul Geert Hansen

Ein máti at loysa uppgávuna við at myndprýða nýggju mót­tøku­høllina á landssjúkrahúsinum var sjálvandi bara at fara út og finna okkurt vakurt listaverk. Men tað vildi leiðslan ikki, sum frá byrjan hevði sett sær fyri, at prýðingin skuldi verða gjørd serstakliga til hendan bygningin, sum ein partur av samleikanum hjá sjúkrahúsinum.
Tóku av fyrstu skitsuni
Saman við arkitektinum Árna Winther, leitaði leiðslan sær ráð hjá Føroya Listasavni, um hvat slag av prýðing hóskaði best til hølið
 Valið fall rættiliga skjótt og natúrliga á Edward Fuglø. Bæði tí hann er vanur við at mála stórar málingar, og tí vit hildu hansara stíl hóska væl til rúmið, sigur Poul Geert Hansen, sum saman við bygginevndini tók av fyrst uppskotinum, sum listamaðurin kom við.
 Tað var ein lítil skitsa av Nornur, sum stórt sæð ikki er broytt síðani upprunaliga útkastið. Vit hava á ongan hátt blandað okkum uppí sjálva listarligu tilgongdina til verkið. Har hevur tað meir verið Edward og arkitekturin, sum í samráð hava funnið ein máta at skapa eina javnvág millum rúm og málning, sigur Poul Geert, sum heldur málingin vera ótrúliga flottan, nú hann er komin upp at hanga.
 Nornur sigur eina elligamla eksistentiella søgu, sum snýr seg um okkum øll og er samstundis ímyndin av øllum tí, sum gongur fyri seg á einum sjúkrahúsi. Hetta verður heilt vist ein málingur, fólk fara at leggja merkið til og ikki verða troytt av at hyggja uppá. Hann má eisini sigast at vera rættiliga ótraditionellur, so vit vóru fyrireikaði uppá ymsar reaktiónir. Men higartil hava vit bara fingið positivar viðmerkingar, sigur Poul Geert Hansen.