Tað regnar sera illa, og í Leirvík er komið so nógv avfall á vegin, at tað rennur illa frá. Stórir hyljar eru á vegnum. Tilbúgvingin í Eysturkommunu og løgreglan heita tí á bilførarar um at koyra varliga á strekkinum frá rundkoyringini í Leirvík móti Norðoyatunlinum.
Sera nógv vatn er savnað á vegastrekkinum.











