Stimbrandi evnini eru partur av ítróttarelituni

Doping hevur staðið ovasta á breddanum í altjóða ítrótti seinasta árið, men hóast nýggja olympiska samtykt um at stríðast ímóti teimum stimbrandi evnunum, slepst ikki av við tey. Tey eru ein partur av elituítróttinum, heldur danskur ítróttargranskari

Eyðun Klakstein


Meðan avgerðin um, at ítróttarfólk á Oyggjaleikunum skulu kannast fyri doping, hevur ein satt ódnarveður verið á dopingøkinum í altjóða elituítróttinum.

Seinasta árið hevur verið óvanliga ófriðarligt, og avdúkingar um miðvísa doping av súkklufólki undir Tour de France í fjør setti gongd í eina røð av dopingavdúkingum innan fleiri ymsar ítróttargreinar.

Nærum eingin grein slapp snikkaleys, bylgjurnar vuksu, og fram móti ráðstevnuni hjá altjóða olympisku nevndini í Lausanne seinasta mánaðarskiftið var tað bara øðiligi dopingtrupulleikin, sum kundi standa mát við stóru muturavdúkingarnar í olymiskum høpi. Nú skuldu hendur taka saman um at steðga útbreiddu, ólógligu nýtsluni av stimbrandi evnum.

Umboð fyri europeisku stjórnirnar leikaðu í av røðarapallinum á ráðstevnuni. Bretskir, danskir og týskir ráðharrarar vóru millum tey meira enn 20 europeisku stjórnarumboðini, sum slóu nevan í borðið frammanfyri olympisku nevndini. Kravt var at stríðið móti doping varð hert á øllum økinum. Fleiri kanningar, nýggjan eftirlitsstovn og harðar revsingar til tey seku, vóru nøkur av uppskotunum, og tað varð lagt upp til, at niðurstøðan av ráðstevnuni skuldi senda eini greið boð til øll um, at nú skuldi dopingini fáa mótstøðu sum ongantíð áður.

Men vónirnar til eina sterka yvirlýsing datt pratvís til jarðar, tá sersambondini fyri fótbóltin og súkklingina settu seg ímóti. Dentur varð lagdur á, at yvirlýsingin skuldi verða felags fyri allar ítróttargreinar, men nýggi forsetin í FIFA, Sepp Blatter, vildi ikki ganga við til, at revsingin fyri doping skuldi verða tvey ár hvørjaferð, soleiðis sum ein av týðandi pørtunum í yvirlýsingini legði upp til.

FIFA vildi hava møguleikan at viga tey ymsu viðurskiftini og taka fyrilit fyri tí ítøkiliga í hvørjum máli sær. Og tað gjørdi, at yvirlýsingin gav møguleika fyri undantøkum frá 2-ára karantenu, og tað var mett at verða ein fiasko fyri yvirlýsingina.


Ber ikki til at koma

dopingini til lívs

Kjakið um umfatandi dopingtrupulleikan kom í hæddina hesir dagarnar í vetrarkalda Lausanne. Øll heimsins eygu vóru vend móti ráðstevnuni, sum ikki kláraði at koma við einum nøktandi úrsliti ? einum nóg greiðum boðum til teirra, sum royna at snýta við ólógligum, stimbrandi evnum.Men sambært fremsta danska ítróttargranskaranum er hetta bert eitt tekin um, hvat altjóða elituítróttur veruliga hevur við sær.

? Doping hoyrir við til elituítróttin, vit kunnu als ikki krevja reinleika har. Elituítróttur snýr seg ikki um heilsu, hann snýr seg um at vinna fyri ein hvønn prís, og tí nýta ítróttarfólk øll ráð fyri at vinna ? eisini stimbrandi evni, sigur Hans Bonde, sum er knýttur at universititetinum í Odense.

? Loysnin á hesum trupulleika er, at elituítrótturin verður skildur at frá vanliga ítróttinum og gerst ein veruligur partur av undirhaldsídnaðinum, soleiðis sum hann meira ella minni longu er vorðin.

Í dag fer fram ein kapping millum granskarar og heilivágsídnað, sum royna at menna nýggj stimbrandi evni, og læknar, sum royna at avdúka svikið. Og altjóða olympiska nevndin hevur við yvirlýsingini frá ráðstevnuni fyri trimum vikum síðani hóast alt sett út í kortið við øktum stríði móti doping. Men tað er til fánýtis, heldur Hans Bonde.

? Tey, sum veruliga hava innlit í elituítróttin, vita, at tað fer aldrin at eydnast at koma dopingini til lívs. Tað er ov nógv upp á spæl hjá ítróttarfólkunum og fyritøkunum aftanfyri tey. Ein túsundapartur av einum sekundi kann verða avgerandi, og tí brúka elituítróttarfólk strimbrandi evni, sigur hann.


Vísundamaðurin

er hetjan

Tað er mark fyri, hvussu nógv úrslit í ítrótti kunnu betrast, men prísurin fyri at framstigini skulu halda fram er, at ítrótturin verður dálkaður av ólógligum heiluvági.

At ítrótturin í løtuni er raktur av metsvinni verður av mongum mett at verða eitt tekin um, at dopingeftirlitið riggar. Hans Bonde heldur, at trupulleikin við dopingstríðnum er tó tann, at jú meira tað niðursetur talið av nýggjum metum, jú minni verður áhugin fyri ítróttinum.

? At dopingtrupulleikin tykist standa ímóti øllum kurum og ikki kann verða útruddaður av imunverjuni hjá ítróttinum skyldast, at doping ikki er eitt fremmandalikam, men er ein týðandi partur av ítróttinum, sigur hann.

? Ítróttarhetjan er ikki longur tann einsamalli, sterki og og vælvandi ítróttarmaðurin, tað er tann lítli, klóki, hvítkitlaði vísundamaðurin, sum við sínum sproytinálum fær flaggið hjá tjóðini í toppin.

Hans Bonde heldur, at nú er tíð hjá fólki at sissa seg og viðurkenna at stimbrandi evni hoyra til elituítróttin.

? Elituítrótturin kann ikki reinsast og hann hevur einki við góða heilsu at gera. Elituítróttur er ósunnur, sigur hann avgjørdur.