Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Grundlóg merkir grundarlag. Grundarlagið undir samfelagnum. Grundin, sum húsið verður bygt á. Við lóg skal land byggjast. Stjórnarskipanarlógin ella hin føroyska grundlógin, sum í løtuni verður smíðað, verður grundarlagið undir føroyska samfelagnum sum tað er í dag, og sum vit vilja tað skal verða í framtíðini.
Stjórnarskipanarlógin verður evsta rættarkeldan í okkara landi. Lógin, ið allar aðrar lógir skulu byggja á og skulu vera í samsvari við.
Eins og aðrar grundleggjandi lógir kemur okkara at staðfesta valdsbýtið hjá myndugleikunum stjórn, ting og dómstólum. Hon kemur eisini at áseta frælsisrættindini hjá einstaka borgaranum eitt nú talufrælsið, persónligt frælsi og almenn rættindi.
Hví eina føroyska stjórnarskipan?
Men hví vilja vit hava eina nýggja stjórnarskipan, tá hendan samgonga ikki hevur sum mál at skipa fullveldi?
Hóast partur av ríkisfelagsskapi við Danmark, erneyvan nakar, ið ivast í, at vit eru eitt fólk, sum býr í landinum Føroyum. Tí tørvar okkum eisini eina stjórnarskipan, sum er okkara egna, og sum staðfestir, hvørji vit eru, og hvussu vit vilja skipa okkara samfelag sjálvstøðugt ella í felagsskapi við onnur lond.
Tá vit hava fingið eitt haldgott grundarlag, eitt fundament, at byggja okkara land á, tørvar okkum ikki longur umaftur og umaftur at kjakast um, hvat vit kunnu, og hvat vit ikki kunnu, orsakað av ríkisrættarligu støðuni.
Tað ber væl til at hava okkara egnu stjórnarskipan, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi. Vit hava longu í dag galdandi stýriskipanarlóg, sum er eitt slag av grundlóg. Bert er hon ikki nóg nágreinilig og fullfíggjað. Eitt nú sigur verandi stýriskipanarlóg ikki nakað um, hvussu vit gera tann dag, vit ynskja at siga upp ríkisfelagsskapin við Danmark. Hetta kemur nýggja stjórnarskipanin at gera.
Okkara mál
Síðandi eg fyri tveimum árum síðani tók við sum løgmaður, havi eg miðvíst arbeitt eftir einum av stóru málunum hjá hesum landsstýrinum at gera sjálvstýrismálið til okkara egna mál burtur av. Tað skal ikki vera ein spurningur um, hvat danir vilja, men hvat vit vilja, og nær vit vilja.
Við yvirtøkulógini og nýggju uttanríkislógini kunnu vit flyta okkum til hitt ytsta skalið í ríkisfelagsskapinum. Stjórnarskipanin verður seinasti varðin á leiðini at taka fulla ábyrgd av sjálvstýrismálinum. Og vil føroyska fólkið einaferð útum ytsta skalið og skipa landið sum sjálvstøðuga tjóð, so hava vit tá eina stjórnarskipan, sum staðfestir, hvussu hetta skal gerast.
Tjóðarsemja
Arbeiðið við stjórnarskipanini setti undanfarna samgonga í gongd. Stjórnarskipanarlógin er og má vera, ein lóg, sum sameinir alt fólkið. Tað er tí avgerandi neyðugt, at andstøða og samgonga her taka tøkini saman, so breiðast møgulig undirtøka verður fyri hesi grundleggjandi lóg. Í virðing fyri hesi aðallóg mugu vit hevja okkum uppum vanligu politisku ósemjurnar, tí hetta er eitt mál, vit øll vilja røkka.
Stjórnarskipanarnevndin, sum nevndin nú eitur, hevur hesi árini gjørt eitt sera drúgvt og umfatandi arbeiði og kom flaggdagin 2004 við síni fyrstu skitsu av einari komandi stjórnarskipanarlóg. Eg fegnist veruliga um, at ferð nú aftur er komin á arbeiðið hjá nevndini, sum í løtuni er farin undir at kunna um og fáa fólkið við í arbeiðið at smíða hesa lóg. Eg vóni, at so nógvir borgarar sum gjørligt nýta møguleikan at geva sítt íkast.
Formaðurin í nevndini segði tað so væl í flaggdagsálitinum: Nú ræður ikki um at hvessa klórnar. Tað er í slíkum tíðum, at rættir politikarar koma til arbeiðis.