Steðgið harðskapi móti kvinnum — á Asfalt

Amnesty Int­er­nat­i­o­nal Føroya deild lut­­tekur aftur í ár á Asfalt. Hesaferð er tað við átakinum »Steðg­ið harðskapi móti kvinnum«

Harðskapur ella hóttanir um harðskap ávirka lívið hjá kvinnum kring allan heim­in. Hagtølini um harð­skap móti kvinnum tala fyri seg: Ein av trimum kvinn­um er fyri harðskapi. Oft­ast er tað ein í familjuni ella ein hon kennir, sum frem­ur harðskapin. Evr­o­p­a­ráð­ið hevur staðfest, at harð­s­kapur móti kvinnum er størsta einstaka orsøkin til deyða ella avlamni hjá ev­rop­iskum kvinnum í ald­urs­bólk­i­num 16 til 44 ár. Fleiri kvinnur doyggja ella missa heilsuna av harð­skapi enn av krabbameini ella ferðsluvanlukkum.

 

Føroyar – einki undantak

Í Føroyum er tað bert Kvinn­u­húsið, ið hevur út­grein­að hagtøl av harð­skapi ímóti kvinnum. Sam­an­bera vit hesi hagtøl við kvinn­u­hús í londunum rund­an um okkum, so eru tey á sama støði pr. íbúgva. Tískil er onki, ið bend­ir á, at Føroyar er nakað undantak

 

Ábyrgd

Harðskapur móti kvinnum er ikki ”natúrligur” ella nak­að »sum ikki slepst und­an«. Harðskapur eigur ong­an­tíð at góðtakast, tolast ella rættvísgerast. Øll – ein­stak­ling­ar, kommunur, stjórn­ir og altjóða fel­ags­skap­ir – hava ábyrgdina av at taka stig til at steðga harð­skapinum og bøta um tann skaða og tær líðingar, hann er atvoldin til.

Harðskapur móti kvinn­um er ikki bert eitt brots­verk, men eisini eitt brot á grundleggjandi mann­a­rætt­indini hjá kvinnum.

 

Átakið hjá Amnesty

Átakið varð sett í verk í 2004, og er ætlað sum eitt í­skoyti til rørslurnar fyri kvinn­u­rættindum um allan heim. Endamálið við á­tak­i­num er at samtykkja lógir, ið tryggja kvinnum javn­støðu, at avtaka lógir, ið stuðla uppundir harðskap móti kvinnum, at skipa hjálp­ar­tiltøk og fáa tey at virka, og fram um alt at broyta hugburð, fordómar og siðir, sum fremja og styrkja harðskap móti kvinnum.

 

Steðgið harðskapi móti kvinnum á Asfalt!

Føroya deild hevur, sum partur av átakinum, valt at varpa ljós á trupulleikan á ein heldur øðrvísi hátt og hevur í hesum sambandi heitt á nøkur ung fólk um at standa fyri einum tiltaki á Asfalt. Uttan at avdúka ov nógv, verður talan um eitt tiltak, har dansur, teat­ur, tónleikur og kunning verður tvinnað saman við tí endamáli at skapa til­vit­an millum fólk. Høvi verð­ur hjá fólki at uppliva til­tak­ið fríggjakvøldið klokkan 20 og leygarkvøldið klokk­­an 22.30 á pallinum utt­an fyri Marg­ar­in­fa­brikk­ina.