Stjórahøvd fyri arbeiðsfrið

Stjórin fyri Almannaverkið er send til hús, tí landsstýriskvinnan hevur mist álitið á henni. Annika Olsen sigur seg hava fingið at vita ov seint, hvørjar avleiðingarnar vera fyri tey gomlu, tá pengar skulu sparast á eldraøkinum.

Í september 2011 var Petra Johnsdóttir Joensen mett at vera rætti persónurin at standa á odda fyri Almannaverkinum. Avgerðin bygdi millum annað á hennara royndir sum stjóri fyri Almannastovuna síðani ár 2000. Nú er hon mett til at vera ein forðing fyri, at neiliga gongdin innan eldraøkið kann rættast uppaftur.

Tað kostar eina stjóraløn í eitt ár, umframt tað leysa, at loysa Petru Johnsdóttir Joensen úr stjórastólinum á fíggjarliga sperda Almannaverkinum.

Afturfyri fær Annika Olsen tikið broddin av áhaldandi atfinningunum móti sparingunum innan eldraøkið. Søgurnar um skerda røkt og skerd tilboð til okkara gomlu enda í síðsta enda á borðinum hjá landsstýriskvinnuni. Annika Olsen umboðar samgonguna, og samgongan hevur gjørt av, hvussu nógvar pengar samfelagið skal brúka til okkara gomlu og veiku borgarar.

Tí peika søgurnar um tey gomlu, sum samfelagið ikki hevur ráð til at fáa upp úr songini um morgunin og geva ein virðiligan gerandisdag, beint á landsstýriskvinnuna. Og tað kann sum frálíður gerast ein politiskur trupulleiki fyri Anniku Olsen.

Eftir stendur spurningurin, um eldraøkið verður betri uttan Petru Johnsdóttir Joensen. Givið er, at hevur ein landsstýriskvinna ikki álitið á sínum mest sentrala stjóra, so er ringt at koma víðari. Hinvegin mugu vit krevja, at eitt tílíkt stig eisini sæst aftur hjá okkara eldru, sum hava tænasturnar frá Almannaverkinum fyri neyðini.

Vit kunnu gita okkum til, at næstu søgurnar um støðuna á eldraøkinum verða svaraðar við at peika á stjóraskiftið í Almannaverkinum. At nú verður arbeitt við at fáa yvirlit yvir støðuna og fáa økið aftur á rætta kós.

Tað svarið kunnu vit bara ikki brúka til so nógv. Føroyska samfelagið hevur skyldu at taka sær av okkara eldru og veiku borgarum. Tann ábyrgdin kann ikki turkast av uppá eitt stjóraskifti. Og tí fara vit framhaldandi at fortelja søgurnar um støðuna á eldraøkinum.