Stilla Guðrun verður Villa Guðrun!

Stilla Guðrun rann. Men í framtíðini fara vit helst at hoyra eina villari Guðrun, segði Guðrun Sólja Jacobsen aftaná finaluna í stjørnukappingini fríggjakvøldið

Nógv høvdu Guðruna sum eina av favorittunum at vinna hesa seinastu stjørnukappingina. Tað varð tí heldur óvantað, at hon ikki varð millum trý tey fremstu, og kanska óskiljandi fyri fleiri okkara, sum hava fylgt við í gongd Guðrunar. Men soleiðis eru treytirnar í kappingum, sjálvt um vit ikki altíð seta sang í samband við kappingar, er hetta vorðið alt meiri vanligt hesi seinastu árini, eins og heima hjá okkum í t.d. framúrskarandi Prix Føroyar kappingini. Um vit samanbera hesa stjørnukapping við ítrótt, eru ikki eins greiðar reglur at ganga eftir. Stig verða ikki givin fyri ávís framd avrik. Skal kappingin samanberast við ítrótt, t.d. renning, er tað kanska sum um allir luttakararnir renna ymiskar teinar. Síðani eru tað dómararnir, í hesum føri hyggjararnir, sum meta um hvør rann best, tí tíðirnar ikki eru beinleiðis samanberandi. Guðrun royndi at renna og at røkka okkum við sanginum Run to You, men hyggjararnir mettu ikki hennara avrik sum tað besta.
Guðrun sang tvær ferðir í Herning Messecenter henda dagin. Fyrst í undanframførsluni sang hon kanska tað besta, hon nakrantíð hevur sungið. Áskoðarnir stóðu og sótu sum negldir, hetta var sum sekundini undan avgerandi sparkinum í eini brots-parkskapping í eini fótbóltsfinalu. Áskoðarnir vóru lamslignir. Tá Guðrun fór inn í sangin, rann myndin fram fyri mær av henni, gangandi í eini dreymaverð niðri í fjøruni, á sandinum, í haganum í føroysku náttúrini. Bergtakandi.
Undanframførslan í Herning var merkt av, at Lene sum gjørdist nummar tvey, sang fantastiskt, Jacob?sa Hey Jude var framúrskarandi, at Samson skuffaði og at Guðrun, sum sagt sang so heilt ótrúliga væl, men so samstundis ein kensla av at hetta ikki var hennara rætti sangur. Sangurin hevur ikki somi rá-styrki sum Hey Jude, sum eisini fleiri ættarlið kenna aftur. Harafturat eigur Jacob kanska heimsins bestu útgávu av Hey Jude. Tí var beinanvegin greitt, at hann var favoritturin. Guðrun væntaði eisini at Jacob fór at klára tað. Hetta segði hon mær, tá eg tosaði við hana, fyrst mikudagin og aftur hósdagin undan kappingini. Guðrun segði eisini, at hon helt ikki at Run to You var rætti sangurin at syngja í finaluni. Hon vildi helst havt sungið Imagine, men av tí at hesin sangurin er á fløguni, hon júst hevur latið úr hondum, bar hetta ikki til. Hon segði eisini at hon sjálvandi vónaði at vinna, og ætlaði sær inn at gera sítt besta, men eisini njóta at vera partur í einum so stórum tiltaki, tí tað er jú stuttligt at syngja fyri so mongum fólki.
Finalan
Aftur til finaluna. Áskoðarin leggur til merkis upprunan hjá leiklistafólkinum -, tí tá Guðrun syngur verða altíð føroysk fløgg víst og var hendan finalan heldur einki undantak. Eg helt hana syngja Run to You sera væl. Tann eini viðmerkjandi dómarin var so fegin um framførsluna hjá Guðruni, at hann broytti kendu orðini hjá Kennedy at vera "Ich Bin ein Fær-ing". Tað var einki at ivast í, at eisini Lene Mathissen kom væl frá síni framførslu. Serliga Jacob førdi showið eins og í undanframførsluni. Sigast kann at hann fylti okkum "Hey Jude" inn í sjónvarpsstovuna. Tað var tí ikki óvantað, at hann vann. Tað undraði meg tó, at Guðrun ikki gjørdist millum trý tey fremstu. Men tað er hyggjarin, sum er dómari í hesi kappingini. Guðrun var tó fegin um, at tað var Jacob sum vann. Tey bæði tosa javnan saman og hava verið vinir, síðan tey saman luttøku í stjørnukappingini. Vit mugu tó eisini ásanna, at hesa ferð mátti tað verða ein dani sum vann. Fyrstu sigurin fór jú til James Samson úr USA, annar fór til Guðruna og tann triði til Gunnar, sum jú eisini er ein okkara. Samanumtikið má sigast at støðið í finaluni var høgt, her serliga James Samson, Lene Mathissen, Jacob og Gurðun skaraðu framúr.
Guðrun
Aftaná kappingina prátaði eg við Guðruna. Eg væntaði at hon var vónsvikin, men um so var, so sást tað ikki á henni. Hon tóktist glað um at hetta nú var liðugt. Hon segði eisini so vera. Hon hevur verið glað fyri at hava verið við, og at hon jú hevur vunnið kappingina einaferð. Tað er altíð stuttligt at syngja fyri nógvum fólki og at verða sjónvarpað víða um. Tað er "feitt", sum hon tekur til, og samstundis er tað góð reklama, kanska serliga nú nýggja fløgan júst er komin á marknaðin. Hon tykist eisini meiri avgjørdog sigur seg nú ætla at leggja seg eftir at syngja tónleik við meiri futti í, og ikki so nógvar stillar sangir. Hon heldur seg hava ment seg hagar, og at hon hevur hug til tess. Samstundis sigur hon, at hon hevur sett sær sum mál eisini at skriva tónleik sjálv. Men her setur hon sær stór krøv. Hon vil bera ein boðskap við teksti, sum skal verða persónliga frá henni og við hennara kenslum, og tí vil hon eisini hava ávirkan á, hvussu løgini verða spæld. Hon metir sjálv, at hetta er næsta stigið, sum takast skal.
Eisini sigur Guðrun, at tað er stóribeiggi sín Eyðun, sum hevur givið henni tónleikin. Sum nevnt aðrastaðni fór hon inn á kamarið hjá honum at lurta og at syngja saman við honum tá hon var lítil. Hetta var eftir villari tónleiki enn tí, hon nú vanliga syngur, og er tað kanska haðani hugurin er at syngja tónleik við meiri futti í. Hon sigur, at hon tá vildi duga at syngja tað sama sum hann.
Nú byrjar so henna parturin aftur, at ferðast runt og syngja, bæði í Danmark og í Føroyum.

Onnur um Guðrun
Beiggin Eyðun
Inn á kamarið at syngja
Eyðun, beiggi Guðruna greiðir frá, at Guðrun, tað hann minnist, altíð hevur verið áhugað í tónleiki, eins og hann sjálvur. Tá hann lurtaði og sang afturvið tónleiki inni á kamarinum, kom hon altíð inn og skuldi syngja tað sama sum hann. Tá hevur hon verið um eini 7-8 ára gomul. Hetta var tónleikur sum t.d. hjá Queen, Uriah Heep og Deep Purple.
Hon fór frá tónleikastílinum hjá beiggjanum, tá Alanis Morrisette í 1995 bergtók heimin við útgávuni Jagged Little Pill, har vit kanska serliga minnast lagið Ironic. Eyðun hevði lænt hesa fløguna frá einum vini, men hann slapp aldri at lurta, tí Guðrun tók hana til sín og gavst at ganga inn á kamarið hjá beiggjanum at lurta og syngja. Hon fór inn á sítt egna kamar at lurta og upp á stutta tíð hevði hon ikki bara lært seg at syngja løgini og orðini, men hon sang alla plátuna, sum Alanis Morrissette gjørdi. Tí heldur beiggin, at Alanis hevur verið tann avgerðandi ávirkanin á tónleika-ansni Guðrunar. Hon minnist eisini enn fleiri av sangunum, tey plagdu at syngja saman, tá hon var yngri, og tað hendir seg meiri enn so, at tey jamma eitt Deep Purple lag.
Tey bæði eru tætt knýtt at hvør øðrum, tí tey eru jú bara tvey systkin. Eyðun sigur at tey, sum systkin flest, sum yngri eisini hava argað hvønn annan. Hann heldur, at lítlasysturin er eitt fantastiskt menniskja.. Henni dámar ikki væl at verða rættað og vil helst greiða tingini sjálv, og at tað uttan iva er tónleikurin sum dregur. Tað er her hon nýtir orkuna og hon veit hvat hon vil. Annars sigur hann um systrina, at hon er ikki broytt av at gerast eitt kent anlit. Sjálvandi mennist hon, men tað er jú eisini ein náttúrligur partur av at gerast eldri.


Umboðsstjórin (Managarin)
Umboðsmaður Guðrunar, John Christoffersen, sigur um hana, at hon sum menniskja er løtt at arbeiða við og at vera saman við, tí hon hevur jú bæði beinini á jørðini. Men hon kemur altíð ein hálvan tíma ov seint. Tá hann sigur klokkutíðir fyri uppmøting, má hann lúgva tey ein hálvan tíma fyrr, fyri at fáa hana at møta røttu tíðina. Sum øll onnur vísir hann á, at Guðrun hevur eina fantastiska rødd, og at hon tónlistarliga ikki enn er komin heilt á mál. Flestu løgini á hennara útgávum eru friðarlig men hon hóskar eisini væl til rokk og villari tónleik, og hon dugir hetta væl. Hetta kann gera, at hon á pallinum letur seg meiri upp. Men, sigur hann, Guðrun skal ikki broyta seg, tí hon syngur so einastandi væl, røddin er eitt fantastiskt viðfødd gáva.. Fólk elska hana fyri hetta Guðrun skal tó sjálv útvega sær meiri tilfar, sum antin hon sjálv ger, og tað ætlar hon, ella sum onnur gera fyri hana. Tað er neyðugt fyri at koma áfram, haðani hon longu er komin. Hon hevur prógvað, at dugur er í henni, og tí skal hon tora at seta sær hægri mál, m.a við egnum tónleiki. Men hvat verður við á fløgum, verður ikki bert hennara avgerð, tí har eigur útgávufelagið eisini nógv av avgerðini.


Sanne Salomonsen
Sanne Salemonsen, sum eisini hevði framførslu hetta kvøldið, er ein av fyrimyndum Guðrunar. Eg spurdi hana, hvat hon helt um Guðruna. Hon segði seg hava lagt til merkis Guðruna, serliga tí at hon hevur hesa einastandandi røddina, men eisini tí at tær báðar hava sungið á somu tónleikatiltøkum. Hon segði, at tað Guðruni nú tørvar, er góða og rætta ráðgeving. Hon segði eisini, at hon sjálv ætlar at geva Guðruni góð ráð, um hvussu hon heldur, at Guðrun kann gera, til tess at koma enn longri í tónleikalívinum. Men legði afturat, at Guðrun er tann av luttakarunum í stjørnukappingunum, sum hon hevur havt mest samband við.