morgun klokkan 07.20 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein rútur er brotin í løgtingshúsunum. - Um rúturin er brotin í morgun ella í nátt, vita vit ikki beint í løtuni, sigur løgreglan. Tá vit høvdu vaktleiðaran [...] aftrat, at tað vita tey helst nærri um eitt sindur seinni. Dagføring: Stutt eftir klokkan 08 visti løgreglan at siga, at ein persónur nú er handtikin í málinum. Viðkomandi hevði kastað ein stein gjøgnum rútin
skrivað, segði vaktleiðarin í morgun. Lagt verður aftrat, at løgreglan eisini var sjónlig í náttarlívinum í Havn í nátt, og her hevði løgreglan eitt mál um brot á skilhaldsreglurnar. [...] Í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna í Eysturoy, Havn og í Sandoynni, og her hevur ikki verið nógv at sett fingurin á. - Í Eysturoy steðgaðu vit einum bili, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður
Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum harðskapsmáli, har tann, ið løgreglan heldur hevur framt harðskapin, í løtuni situr í brummuni. Talan er um eitt mál, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn sunnunáttina [...] hava kanningar víst, at talan er um ein álopsmann. Hesin varð handtikin í gjár, og nú arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvussu hetta málið skal loysast. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at lø
fyri nýggju ítróttahøllina í Kollafirði. Løgreglan kom á staðið og koyrdi ein ungan mann til hús. Eftir hetta var friður. Klokkan fýra sunnumorgunin fekk løgreglan hendur á ein støkkknív. Drongurin, ið átti [...] løgregluna og segði, at hann varð provokeraður í heilum. Um tað helt fram, fór hann at nýta knívin. Løgreglan tók sjálvandi knívin frá dreinginum beinanvegin, tí tað er ikki loyvi at hava støkkknívar uppi á
Fríggjadagin fekk løgreglan fleiri fráboðanir um herverk á bilar í sama grannalagi Fríggjadagin var tað ikki stuttligt at vera bileigari í Vesturbýnum í Havn. Tá ið fleiri bileigarar komu til bilarnar [...] bilarnar, máttu teir sanna, at onkur hevði gjørt herverk á teir. Løgreglan í Havn sigur, at tilsamans hava tey fingið fráboðanir um herverk á átta bilar í Slættalíð, á Fugloyarvegi og í Dalatúni, sum alt eru vegir [...] vegir í sama grannalgi í vesturbýnum. Av tí, at talan er um sama grannalag, hevur løgreglan illgruna um, at talan er um somu gerningsmenn. Tað, teir hava gjørt við bilarnar, er at teir hava brotið spegl
Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin koyrdi ávirkaður, og tí vildu teir steðga honum. Men bilførarin aktaði ikki boðunum frá løgregluni, og hann helt tí undan við nógvari ferð. Av tí at ferðin var [...] var so nógv, og maðurin ikki var koyriførur, valdi løgreglan ikki at leggja ov nógv fyri í royndini at fáa bilin aftur. Teir koyrdu aftaná bilinum, men hildu eina ávísa fjarstøðu, so at bilførarin ikki skuldi [...] lættliga enda við eini vanlukku. Men alt fær ein enda, og tað fekk henda biljagstranin eisini, tá ið løgreglan at enda fekk fatur á manninum norðuri í Svínáum.
Drukkin Eftir øllum at døma var seinasta vikuskiftið rættiliga váttligt í Havn. Løgreglan í høvuðsstaðnum tók ikki færri enn átta fólk upp, sum vóru so mikið drukkin, at tey ikki vunnu upp hús, tá ið náttin [...] átta sjey mans og ein kvinna svóvu rúsin av sær, áðrenn tey sluppu heimaftur dagin eftir, sigur løgreglan. Vit spurdu vakthavandi, um tað er nógv at taka átta avdottin fólk upp eitt vikuskifti í Havn. - [...] - Vikuskiftið undan hesum tóku vit ongan upp, so hetta er meira enn vanligt, sigur løgreglan, sum annars heldur, at tað var friðarligt í Havn í vikuskiftinum.
Millum klokkan 01 og 02 sunnunáttina fekk løgreglan í Havn fráboðan um eitt ferðsluóhapp í vesturbýnum. Tað vísti seg, at annar bilførarin ikki hevði hildið treytaleysu víkiskylduna og hevði rent í ein [...] ein annan bil, sum kom fram við. Tá ið løgreglan kom á staðið, var annar bilførarin rýmdur, men hevði kortini tosað við bilføraran á hinum bilinum, sum bíðaði eftir løgregluni. - Stutt eftir fingu vit kortini [...] stóðst illgruni um, at hann var ávirkaður. Tí tóku vit hann við á støðina til blóðroynd, sigur løgreglan. Eingin fólkaskaði hendi, tá ið bilarnir í vesturbýnum stoyttu saman.
at venda sær til okkara, sigur løgreglan. Í Suðuroy var annars friðarligt í vikuskiftinum. - Okkurt minni ferðsluóhapp var, men annars gekk ferðslan væl, sigur løgreglan í Suðuroy. [...] Royn-høllini í Hvalba. Tá ið náttin hasaði av, vóru átta rútar færri heilir á flakavirkinum í Hvalba. Løgreglan í Suðuroy sigur, at onkur hevur gjørt seg inn á virkið sunnunáttina, og átta rútar eru knústir.
Løgreglan tók fríggjakvøldið ein mann, sum var rýmdur frá einum óhappi. Bilurin, hann koyrdi í, rendi á ein parkeraðan bil á Norðasta Horni. Bilførarin koyrdi tó víðari, men fólk sóu tilburðin. Løgreglan [...] er tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at rýma frá einum óhappi. Sunnumorgunin steðgaði løgreglan tveimum bilførarum, ið eisini eru skuldsettir fyri at koyra við kenning. Blóðroyndir eru tiknar