Hóast bilførarin neyvan grunaði, at løgreglan var á staðnum, so var tað júst tað sum hon var.
Løgreglan er við jøvnum millumbilum úti og ger ferðmátingar eisini um farið er væl av midnátt sunnudag.
Í nátt beint eftir klokkan hálvgum eitt tók løgreglan ein bilførara sum koyrdi 155 kilometrar um tíman í Kaldbaksbotni.
Tað vísti í øllum førum ferðmátarin hjá løgregluni, men hesum var bilførarin ikki samdur í. Hann helt seg nevniliga ikki hava koyrt sooo skjótt.
Av hesi orsøk verður málið nú lagt fyri ein dómara til víðari kanning og støðutakan.
Koyrikortið hjá bilføraranum varð tó í øllum førum tikið frá honum.










