Løgreglan í New York hevur skuldsett ein 27 ára gamlan mann fyri at hava havt ætlanir um at gera eina rørbumbu eftir vegleiðing hjá yvirganfsfelagsskapinum al-Qaeda. Bumbuna skuldi maðurin brúka til eitt álop á amerikanskar hermenn, sum hava verið í Afghanistan og Irak.
Løgregluovastin í New York, Raymond Kelly, sigur, at tann 27 ára gamli Jose Pimentel varð tikin leygardagin, og at hann er skuldsettur fyri trý brot á yvirgangslógina umframt tvey onnur brot. Sambært løgregluovastanum ætlaði maðurin eisini at søkja at starvsfólki hjá postverkinum og løgregluni.
Amerikanska løgreglan hevur hildið eygað við Joe Pimentel síðani mai í 2009. Løgreglan heldur, at hann var einsamallur um sínar bumbuætlanir.