Stórur rúsevnafongur í Kastrup

Løgreglan í Keypmannahavn legði fyrrakvøldið hald á 20,5 kilo av hvítum heroini, sum vóru í einari tasku, sum júst var komin við flogfari úr Pakistan til Kastrup. Á gøtuni hevði søluvirðið verið minst 25 milliónir krónur.

Løgreglan sigur í einum tíðindaskrivi, at hon hevur tikið fýra menn í sambandi við átakið. Tveir av monnunum arbeiða á flogvøllinum í Kastrup, og teir vórðu tiknir á arbeiðsplássinum. Ein triði maður varð tikin við hús, og tann seinasti, sum er av pakistonskum uppruna, varð tikin í Spania.

Løgreglan í Keypmannahavn væntar, at maðurin, sum er tikin í Spnia, verður ætlandi sendur til Danmarkar til rættarsókn har.