Seks systkin til gravar í dag

Seks systkin, sum doyðu í einum eldsbruna í enska býnum Derby fyri fimm vikum síðani, fara til gravar í dag. Systkini vóru millum 5 og 13 ára gomul. Fimm teirra doyðu beinanvegin. Tað sætta doyði á einum sjúkrahúsi tveir dagar seinni.

Løgreglan hevur skuldsett foreldrini, Mick og Mairead Philpott (myndin), fyri dráp, og tey sleppa ikki at fylgja børnunum til gravar í dag. Mick Philips átti tilsamans 17 børn, og tað eru tey elstu, sum standa fyri jarðarferðini í dag.

Fyrradagin tók løgreglan ein 45 ára gamlan mann í sambandi við eldin, men hann varð latin leysur, eftir at løgreglan hevði tosað við hann.