Í Meksiko hevur løgreglan funnið líkið av borgarstjóranum í býnum Tancitaro. Hann er tann ellivti borgarstjórin, sum er myrdur í Meksiko í ár. Amerikanska blaðið Los Angeles Times skrivar, at tann 29 ára gamli borgarstjórin, sum æt Gustavo Sanchez, varð funnin undir einari grótrúgvu, og løgreglan sigur, at hann varð eftir øllum at døma steinaður til deyða.
Hinvegin veit løgreglan ikki, hví hann varð myrdur, men tað er ikki óhugsandi, at drápsmenn hjá onkrum rúsevnaharkaliði hava beint fyri honum.
Síðani Felipe Calderon sendi herin ímóti teimum máttmiklu rúsevnaharkaliðunum fyri fýra árum síðani, hava meiri enn 28.000 fólk latið lív í samanbrestum og harðskapi Meksiko.