Bilbumba funnin mitt í New York

Løgreglan í New York fann í gjárkvøldið eina bumbu í einum bili við Times Square á Manhattan. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, sigur, at sera gott løgregluarbeiði hevur forðað fyri oyðilegging og deyða.

Løgreglan sigur, at hon fekk boð um bumbuna klokkan hálvgum sjey í gjárkvøldið lokala tíð. Bumabn lá í einum bili, sum stóð við motorinum í gongd á horninum millum Broadway og 45th. Street. Í bilinum fann løgreglan tríggjar gassfløskur, tveir dunkar av bensini, fýrverk, tvær klokkur við battaríum og leidningar.

Barack Obama, forseti, bleiv alt fyri eitt kunnaður um bilbumbuna, og hann hevur róst løgregluni fyri gott arbeiði, skrivar Reuters.