Løgreglan í Kanada tók í dag ein 32 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri at hava hótt við hópdrápi á sínari Facebook-síðu. Sambært løgregluni hevur Ryan John Lewis úr býnum Vancouver hótt við at skjóta áskoðarar í einari filmshøll, eins og ein ungur maður gjørdi í einari filmshøll í Colorado í USA fyri stuttum.
Kanadiska løgreglan hevur kannað eina teldu og íbúðina hjá tí handtikna manninum, men løgreglan vil ikki siga, hvat hon fann, ella um nøkur vápn vóru í íbúðini.
Í hópdrápinum í Colorado drap ein ungur maður 12 fólk og særdi 58 onnur, sum vóru og hugdu av tí nýggja Batman-filminum.