Havila Shipping, hevur nú keypt seg inn í norska offshore reiðaríið Volstad Maritime. Havila er vælkent í Føroyum. Millum annað situr stovnarin, Per Sævik, í nevndini í føroyska reiðarínum Skansi Offshore [...] Offshore. Havila seldi herfyri partabrøv í einum øðrum reiðaríið, Fjord1, og fekk 1,42 norskar milliardir norskar krónur burturúr, harav 290 milliónir nú verða settar í Volstad Maritime. Per Sævik sigur við norska [...] skal verða burðardygt. Per Sævik stovnaði Havila Shippin í 1960unum. Reiðaríið byrjaði við at dríva fiskiskap, men síðan 1981 hava teir eisini verið í oljuvinnuni.
sum hevur 11 stig. Aserbadjan gav sær sjálvum møguleikan til hesa bólkafinaluna við at vinna 2-0 á Føroyum. Fyrra málið var eitt sjálvmál og seinna málið var eitt langskot frá Madatov, ið fleiri halda Gunnar
við gentum, varð fríggjamorgunin avgreitt í Nyon í Sveis. U17-landsliðið komu í bólk 5 saman við Noreg, Slovenia og Aserbadjan. Kappingin verður spæld í Føroyum í døgunum 16. til 24. oktober 2019. Lutakastið [...] U19-landsliðini við gentum í fótbólti skulu spæla ímóti í innleiðandi EM-undankappingunum, sum verða á heysti komandi ár. Føroyar vera vertir fyri U17-kappingini. Lutakast í samband við innleiðandi EM [...] U19-gentunum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 2 saman við Finnlandi, Litava og Kekkia. Finnland verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld í døgunum 1. til 8. oktober komandi ár.
Í døgunum 23. - 25. november verða Bókadagar í Norðurlandahúsinum. Tað verður eitt stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða [...] Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og Norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa. M.a. verður Bókhandlaravirðislønin
Sjey bachelor-lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hava í dag vart sínar bachelor-ritgerðir. Harvið eru tey fyrstu lesandi á nýggju útbúgvingini í búskaparfrøði og virkisfrøði [...] gevur møguleika fyri at søkja víðari lestur í Føroyum og uttanlands ella at fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin. Fyrireikingarnar til útbúgvingina byrjaðu í 2014 við góðari hjálp frá peningagávu frá TF [...] TF Holding, og fyrsti árgangur av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði varð tikin inn í september 2016. Upptøka til búskaparfrøði og virkisfrøði var eisini í 2017. Næsti árgangur av lesandi verður tískil
thailendska nýggjárið, sum thailendingar kalla Songkran. Í Føroyum eru nógvir thailendingar, og í hesum sambandi verður Songkran hátíðarhildið í bygdahúsinum á Strondum. Songkran er serliga kent fyri eyðkendu [...] hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum, siga fyrireikararnir. ##med2## Songkran í bygdahúsinum á Strondum frá klokkan 15.00 og úteftir, og neyðugt er at melda seg til.
Í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meir enn tríati árum síðani. Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya – Hóast tølini eru smá, og tí kunnu [...] hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum, skrivar Hagstovan. Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Fyrru helvt av 1990-unum [...] 1990-unum minkaði tað niður um 60, seinni helvt av 90-unum niður um 50. Um aldarskiftið og í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.
Marine Harvest, sum eisini er virkin í Føroyum, hevur fingið nýtt navn og nýggjan samleika. Fyritøkan eitur nú Mowi. iLaks skrivar, at norska Mowi var fyrsta fyritøka í heiminum, sum megnaði at framleiða [...] framleiða góðskulaks. Fyrsta alibrúkið var gjørt á Flogøy í 1968. Í apríl 1971 var fyrsti laksurin tikin og slaktaður á bryggjuni í Møvik. Laksarnir vórðu seldir feskir til Fraklands. Seinni skifti Mowi navn til [...] til Hydro Seafood, sum varð keypt av og lagt saman við Marine Harvest í 2000. – Vit leita nú aftur til røturnar. Tað er skilagott at broyta navnið á felagnum til sama navn sum okkara brand, sigur Alf-Helge
kunnugt lut í menningarkvotunum í ár og hevur keypt norska skipið Herøy, sum nú er umdoypt til Katrin Jóhanna. Tummas Henriksen segði í gjár við jn.fo, at skipið væntandi verður í Føroyum í næstu viku. [...] Snarfrost í Miðvági hevur stovnað eitt nýtt felag, sum skal eiga skip og reka fiskarí, skrivar bl.fo. Talan er í fyrstu atløgu um skipið Katrin Jóhonnu, sum Snarfrost hevur keypt úr Noregi. Snarfrost fekk [...] Snarfrost fekk menningarkvotur í fýra ár fram. Á heimasíðuni hjá Business Line síggjast eisini nógvar aðrar broytingar í partafelagsskránni. Fleiri nýggj feløg eru stovnað, onkur stjóraskifti eru skrásett
Tele. Hon varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum fyri tveimum árum síðani. Tað er nevndin, sum ger av hvør ið skal vera næstformaðurin í felagnum, ella næstforkvinna, sum tað eitur í hesum føri. Á að [...] Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinnan í Starvsmannafelagnum. Hetta avgjørdi nevndin í felagnum, nú hon hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin 9. mars. 38 ára gamla Bjørg Jacobsen [...] varð afturvaldur. Starvsmannafelagið er fakfelag hjá starvsfólkum, sum starvast hjá tí almenna í Føroyum. Felagið hevur umleið 2.000 limir, og er eitt tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum