Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Aserbadjan við níggju stigum bólkafinalu á útivølli ímóti Kosovo sum hevur 11 stig.
Aserbadjan gav sær sjálvum møguleikan til hesa bólkafinaluna við at vinna 2-0 á Føroyum. Fyrra málið var eitt sjálvmál og seinna málið var eitt langskot frá Madatov, ið fleiri halda Gunnar Nielsen kundi vart fyri. Gunnar Nielsen heldur, at talan var um ein torføran bólt sum skifti kós.
HERber til at síggja tey bæði málini, ið eru ergulig hjá føroyingum at síggja, men sum aserbadjanar kunnu fegnast um. Teir mugu tó vinna á Kosovo fyri at vinna bólkin.
Føroyar spæla týskvøldið botnfinalu ímóti Malta. Føroyar hava fýra stig, Malta hevur tvey stig.