Í døgunum 23. - 25. november verða Bókadagar í Norðurlandahúsinum. Tað verður eitt stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum.
Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og Norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.
M.a. verður Bókhandlaravirðislønin latin 24. november, sum hesa ferð er 100.000 krónur og ein útgávusáttmáli við Sprotan. Nógv ymiskt verður á skránni, og til ber at síggja skránna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.