Snarfrost í Miðvági hevur stovnað eitt nýtt felag, sum skal eiga skip og reka fiskarí, skrivar bl.fo. Talan er í fyrstu atløgu um skipið Katrin Jóhonnu, sum Snarfrost hevur keypt úr Noregi.
Snarfrost fekk sum kunnugt lut í menningarkvotunum í ár og hevur keypt norska skipið Herøy, sum nú er umdoypt til Katrin Jóhanna. Tummas Henriksen segði í gjár við jn.fo, at skipið væntandi verður í Føroyum í næstu viku. Snarfrost fekk menningarkvotur í fýra ár fram.
Á heimasíðuni hjá Business Line síggjast eisini nógvar aðrar broytingar í partafelagsskránni. Fleiri nýggj feløg eru stovnað, onkur stjóraskifti eru skrásett og nógv feløg eru endaliga strikað úr partafelagsskránni.










