Fyrstu bachelorarnir í búskaparfrøði og virkisfrøði lidnir

Sjey bachelor-lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hava í dag vart sínar bachelor-ritgerðir. Harvið eru tey fyrstu lesandi á nýggju útbúgvingini í búskaparfrøði og virkisfrøði á Setrinum liðug við sín lestur. Bachelor-prógvið gevur møguleika fyri at søkja víðari lestur í Føroyum og uttanlands ella at fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin.

Fyrireikingarnar til útbúgvingina byrjaðu í 2014 við góðari hjálp frá peningagávu frá TF Holding, og fyrsti árgangur av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði varð tikin inn í september 2016. Upptøka til búskaparfrøði og virkisfrøði var eisini í 2017. Næsti árgangur av lesandi verður tískil liðugur næsta summar.

Upptøka til lestur í Búskaparfrøði og Virkisfrøði verður aftur í heyst. Umsóknarfreistin er 1. juli.