Her er nýggja næstforkvinnan í Starvsmannafelagnum

Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinnan

Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinnan í Starvsmannafelagnum. Hetta avgjørdi nevndin í felagnum, nú hon hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin 9. mars.

 

38 ára gamla Bjørg Jacobsen er produktleiðari á Føroya Tele. Hon varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum fyri tveimum árum síðani.

 

Tað er nevndin, sum ger av hvør ið skal vera næstformaðurin í felagnum, ella næstforkvinna, sum tað eitur í hesum føri. 

 

Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarsessir fyri vali. Noomi K. Rasmussen varð nývald og Hilmar Augustinussen varð afturvaldur.

 

Starvsmannafelagið er fakfelag hjá starvsfólkum, sum starvast hjá tí almenna í Føroyum. Felagið hevur umleið 2.000 limir, og er eitt tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.