Alifyritøka í Føroyum fær nýtt navn

Risastóra alifyritøkan Marine Harvest, sum eisini er virkin í Føroyum, hevur fingið nýtt navn og nýggjan samleika.

Fyritøkan eitur nú Mowi.

iLaks skrivar, at norska Mowi var fyrsta fyritøka í heiminum, sum megnaði at framleiða góðskulaks. Fyrsta alibrúkið var gjørt á Flogøy í 1968. Í apríl 1971 var fyrsti laksurin tikin og slaktaður á bryggjuni í Møvik. Laksarnir vórðu seldir feskir til Fraklands. Seinni skifti Mowi navn til Hydro Seafood, sum varð keypt av og lagt saman við Marine Harvest í 2000.

– Vit leita nú aftur til røturnar. Tað er skilagott at broyta navnið á felagnum til sama navn sum okkara brand, sigur Alf-Helge Aarskog, konsernstjóri við iLaks.