Leygardagin 13. apríl er thailendska nýggjárið, sum thailendingar kalla Songkran. Í Føroyum eru nógvir thailendingar, og í hesum sambandi verður Songkran hátíðarhildið í bygdahúsinum á Strondum.
Songkran er serliga kent fyri eyðkendu og festligu vatnkríggini, har allir luttakararnir spæla við vatni. Tað sigst, at um mann vitjar Thailand, meðan Songkran er, og ikki dámar vatnspøl, so er best at halda seg innandura fyri ikki at fáa karm.
- Vit fara at hátíðarhalda dagin við millum annað siðbundnum ritualum, dansi, mati og ymiskum aktivitetum. Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum, siga fyrireikararnir.
##med2##
Songkran í bygdahúsinum á Strondum frá klokkan 15.00 og úteftir, og neyðugt er at melda seg til.