Í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meir enn tríati árum síðani.
Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya
– Hóast tølini eru smá, og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið. Tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum, skrivar Hagstovan.
Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður um 60, seinni helvt av 90-unum niður um 50. Um aldarskiftið og í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.